Sløkkiliðið í Vestmanna kom á skjótt á staðið. Og løtu seinni kundi ein staðfesta, at rúmið var brent nakað og annars at roykskaði varð hendur í húsinum. Í morgun eru tveir mans av Politistøðini í Havn farnir [...] Sunnudagin varð boðað frá eldsbruna í einum sethúsum í Vestmanna. Fráboðanin kom til Politistøðina um hálvgum sjey-tíðina um morgunin. Í húsunum var stødd ein kvinna við fýra børnum, sum øll lógu og svóvu [...] tíbetur roykávaring í húsinum, sum boðaði húsfólkinum frá. Kvinnan bar skjótt og ikki minst rætt at: Fekk børnini út fyri dyr; lat hurðina aftur eftir seg, og boðaði frá eldsbrunanum sum var í rúminum, har el-talvan
Philippe Carré upp í Galerie Focus í Lambagerði 1 í Havn. Á framsýningini eru 30 smámyndir á pappíri við blýanti, tusj og akvarell. Philippe Carré er føddur í bygdini Mailly-la-Ville í Bourgogne í Fraklandi. Hann [...] lInstitut Français de Photographie og hevur gingið á Grafisk Skole í Århus. Frá tí hann fyrstu ferð hevði myndir við á Ólavsøkuframsýningini í 1982, hevur hann regluliga verið við á bæði Ólavsøku- og Várfr
fólkini, sum eru í starvsvenjing hjá ALS í vakstrarhúsinum í Sandavági, í Vágsbotni í Havn og lata fólk smakka jørðber teirra. Tey høvdu bara sjey pund av jarðberum við sær. Tað eru tey fyrstu í ár. Jarðberjaplantan [...] Jarðberjaplantan í Sandavági er norsk, og jørðber av hesi plantu hava fingið virðisløn sum tey við besta smakkinum. Fólk, sum fingu jørðber at smakka í dag, lótu væl at. Tað er meira smakkur á hesum berunum enn [...] enn teimum, sum fáast í handlunum. Tá ið nøgdin verður størri, ætla tey at selja jørðberini, og seinni fara tey eisini at selja røtur, gularøtur, radisur, salat og morgunfrúur. Í dag seldu tey eisini eina
jóansøku. Parið verður nú skuldsett fyri stuldur. Og løgreglan í Havn hevur eisini eitt mál um stuldur at arbeiða við. Leygarnáttina varð brotið inn í Gullhorninum, har einir 50-60 ringar vórðu stolnir umframt [...] grindaknívur hava tó sítt virði. Eingi spor vóru at finna á staðnum, og løgreglan stendur tí á berum í løtuni.
Nú verður farið undir ætlanina um eina nýggja deild og ekslusivan handil í SMS í Havn. Elsa Maria Olsen, stjóri í Rúsdrekkasøluni, sigur við Rás2, at fyritøkan er farin undir fyrireikingarnar til handilin [...] ð heldur í ekslusiva handilinum ikki á. Hinvegin vilja vit, at føroyingar drekka betri sopar, heldur enn fleiri sopar, sigur Elsa Maria Olsen. Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, bað í eykajátt
Føroya Rættur dømdi í dag oljufelagið Effo at rinda 20.000 krónur í bót fyri eina oljudálking í Havn í mars 2008. Óhappið hendi, tá ið Effo pumpaði olju umborð á ein russiskan bát. Skipið hevði biðið um [...] skipið tók. Og so fleyt yvir. At meistarin veittraði, kundi ikki tulkast sum nøkur avtala, varð sagt í viðmerkingunum til dómin. Av tí at so langt er fráliðið, og nøgdin, sum fór á sjógv, ikki var ovurhonds
Leygarkvøldið 20. novembur verður stórsligin konsert í Reinsaríinum í Tórsgøtu í Havn. Heili 25 bólkar og einstaklingar fara at framføra á konsertini. Tey eru: Terji Rasmussen, Guðrið Hansdóttir, Kim Hansen [...] arbeiðir við at betra um korini hjá føroyskum tónleikarum og at fáa til vega eitt tiltrongt spælistað í høvuðsstaðnum. Allur ágóðin fer óskorin til sjálvbodna virksemið hjá hesum felagnum.
fyrst í komandi viku fara at seta seg í samband við øll starvsfólkini fyri at kunna nærri um starvsviðurskiftini. Tað var í gjár, at Føroya Skiftirættur tók avgerð um at P/F Faroe Seafood fór í fíggjartrot [...] bústjórar. Skiftirættarfundur verður aftur fríggjadagin 17. deseber klokkan 10 á Vestaru Bryggju í Havn, har fyribils bústjórarnir fara at lata leggja fram yvirlit yvir ogn og skuld hjá búnum. Á hesum [...] Bústjórarnir hjá Faroe Seafood í konkurs, Eyðfinnur Jacobsen og Ingi Højgaard, harmast um, at teir ikki fingu møguleikan sjálvir og beinleiðis at kunna starvsfólkini um konkursin hjá Fiskavirking. Teir
næstfremst, skal í morgin klokkan 14 spæla í Vestmanna ímóti VÍF, sum helst er frískasta íkastið í kappingina í vetur og eitt nú kom í steypafinaluna. Triði dysturin verður sunnudagin klokkan 14.30 í ítróttarhøllini [...] hondbóltskvinnunum, so tí er hetta seinasta umfarið í Sunset-kappingini eitt, ið bara skal fáast frá hondini. Oddaliðið, Stjørnan, hevur í kvøld verið í Vági og spælt ímóti VB, sum endar aftast, men kanska [...] ítróttarhøllini á Hálsi í Havn millum Neistan, sum longu hevur tryggjað sær bronsuna, og StÍF, sum endar næstaftast.
eftir ætlan. Og gongst sum higartil, fer hon av sleipistøð í Havn í komandi viku. Tá arbeiðið uppá Ternuna er liðugt, skal Ritan á sleipistøð í Vági. Av Strandferðsluni verður upplýst, at teir hava bíðað [...] ørð, meðan Ritan skal røkja sambandið millum Hvannasund, Svínoy og Fugloy. Hóast Ritan hevur verið í sigling, eru smærri arbeiðir framd umborð, meðan hon hevur ligið við bryggju. - Hetta verður gjørt fyri