Philippe Carré sýnir fram í Focus

Fríggjadagin klokkan 16 letur ein framsýning við verkum hjá Philippe Carré upp í Galerie Focus í Lambagerði 1 í Havn.

Á framsýningini eru 30 smámyndir á pappíri við blýanti, tusj og akvarell.

Philippe Carré er føddur í bygdini Mailly-la-Ville í Bourgogne í Fraklandi. Hann er útbúgvin fotografur frá à l’Institut Français de Photographie og hevur gingið á Grafisk Skole í Århus. Frá tí hann fyrstu ferð hevði myndir við á Ólavsøkuframsýningini í 1982, hevur hann regluliga verið við á bæði Ólavsøku- og Várframsýninunum og havt nógvar stakframsýningar bæði her heima og uttanlands

Framsýningin verður opin til 20. september, týsdag til fríggjadag kl. 15 til 18 og leygardag kl. 16 til 18.