Rúsan letur upp í SMS

Nú verður farið undir ætlanina um eina nýggja deild og ekslusivan handil í SMS í Havn. Elsa Maria Olsen, stjóri í Rúsdrekkasøluni, sigur við Rás2, at fyritøkan er farin undir fyrireikingarnar til handilin.

- Ætlanin er ikki, at fólk skulu drekka meira. Tað bendir vøruútvalið heldur í ekslusiva handilinum ikki á. Hinvegin vilja vit, at føroyingar drekka betri sopar, heldur enn fleiri sopar, sigur Elsa Maria Olsen.

Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, bað í eykajáttanarlógini fyri august um 500.000 krónur til Rúsdrekkasølu Landsins fyri at røkka ásetta avlopskravinum.

Støðugt minkandi sølan av rúsdrekka hevur við sær, at Rúsan røkkur ikki politiska kravinum.

Tað er framvegis ikki greitt, nær handilin letur upp.