Arbeiðið við at umvæla Ternuna gongur eftir ætlan. Og gongst sum higartil, fer hon av sleipistøð í Havn í komandi viku. Tá arbeiðið uppá Ternuna er liðugt, skal Ritan á sleipistøð í Vági.
Av Strandferðsluni verður upplýst, at teir hava bíðað eftir eini lyft sum skuldi setast upp umborð á Ternuni. Men fyri páskir skuldi alt verið komið uppá pláss.
Ætlanin hjá Strandferðsluni er, at Ternan hereftir skal røkja rutusambandið um Nólsoyarfjørð, meðan Ritan skal røkja sambandið millum Hvannasund, Svínoy og Fugloy.
Hóast Ritan hevur verið í sigling, eru smærri arbeiðir framd umborð, meðan hon hevur ligið við bryggju.
- Hetta verður gjørt fyri at spara um tíðina á sleipistøðini, upplýsir Bogi Mortensen, stjóri á Strandferðsluni.