Øll starvsfólkini fáa boð í vikuni

Bústjórarnir hjá Faroe Seafood í konkurs, Eyðfinnur Jacobsen og Ingi Højgaard, harmast um, at teir ikki fingu møguleikan sjálvir og beinleiðis at kunna starvsfólkini um konkursin hjá Fiskavirking. Teir boða nú frá, at teir longu fyrst í komandi viku fara at seta seg í samband við øll starvsfólkini fyri at kunna nærri um starvsviðurskiftini.

Tað var í gjár, at Føroya Skiftirættur tók avgerð um at P/F Faroe Seafood fór í fíggjartrot.

Skiftirættuin tilnevndi Eyðfinn Jacobsen og Inga Højgaard, advokatar, sum fyribils bústjórar.

Skiftirættarfundur verður aftur fríggjadagin 17. deseber klokkan 10 á Vestaru Bryggju í Havn, har fyribils bústjórarnir fara at lata leggja fram yvirlit yvir ogn og skuld hjá búnum. Á hesum fundi skal varandi bústjórn veljast.