Sunnudagin varð boðað frá eldsbruna í einum sethúsum í Vestmanna. Fráboðanin kom til Politistøðina um hálvgum sjey-tíðina um morgunin.
Í húsunum var stødd ein kvinna við fýra børnum, sum øll lógu og svóvu. Men tey høvdu tíbetur roykávaring í húsinum, sum boðaði húsfólkinum frá.
Kvinnan bar skjótt og ikki minst rætt at: Fekk børnini út fyri dyr; lat hurðina aftur eftir seg, og boðaði frá eldsbrunanum sum var í rúminum, har el-talvan er.
Sløkkiliðið í Vestmanna kom á skjótt á staðið. Og løtu seinni kundi ein staðfesta, at rúmið var brent nakað og annars at roykskaði varð hendur í húsinum.
Í morgun eru tveir mans av Politistøðini í Havn farnir norður til Vestmanna at kanna málið nærri.










