Føroya Rættur dømdi í dag oljufelagið Effo at rinda 20.000 krónur í bót fyri eina oljudálking í Havn í mars 2008.
Óhappið hendi, tá ið Effo pumpaði olju umborð á ein russiskan bát. Skipið hevði biðið um eina ávísa nøgd, men tá ið maskinmeistarin á skipinum veittraði til mannin, sum pumpaði og bað hann halda fram, gjørdi hesin tað uttan at hava tryggjað sær, hvussu nógv skipið tók. Og so fleyt yvir.
At meistarin veittraði, kundi ikki tulkast sum nøkur avtala, varð sagt í viðmerkingunum til dómin.
Av tí at so langt er fráliðið, og nøgdin, sum fór á sjógv, ikki var ovurhonds stór, varð bótin ikki størri.
Effo skal eisini gjalda sakarmálsútreiðslurnar.