Síðsta sprell í Sunset

Hondbóltur: Longu langt síðani er greitt, at tað verða Stjørnan og Tjaldur, sum skulu spæla FM-finalurnar hjá hondbóltskvinnunum, so tí er hetta seinasta umfarið í Sunset-kappingini eitt, ið bara skal fáast frá hondini.
Oddaliðið, Stjørnan, skal á útivølli spæla ímóti VB, sum endar aftast, men kanska ikki flytur niður kortini, um so er, at feløgini á limafundi í morginári taka ta avgerð, at besta kvinnudeildin skal víðkast.
Tjaldur, sum er næstfremst, skal á útivølli spæla ímóti VÍF, sum helst er frískasta íkastið í kappingina í vetur og eitt nú kom í steypafinaluna. Triði dysturin verður millum Neistan, sum longu hevur tryggjað sær bronsuna, og StÍF, sum endar næstaftast.