tað ikki leyk treytirnar í útbjóðingartilfarinum. Forkvinnan í mentamálanevndini sigur, at tey løgdu stóran dent á at taka av tí bíligasta tilboðnum, hóast allar treytir í útbjóðingartilfarinum ikki vóru [...] Helena Dam á Neystabø, forkvinna í Mentamálanevndini hjá Tórshavnar Býráð. Í gjárkvøldið ætlaði Tórshavnar Býráð at samtykkja at leggja graslíki á nýggja fótbóltsvøllin í Hoyvík. Bæði fakligi ráðgevarin [...] tí lægsta tilboðið leyk ikki treytirnar, arbeiðið varð bjóðað út eftir. Men samgongan í býráðnum ætlaði at gera ímóti tilboðnum og at taka av lægsta tilboðnum kortini. Men í evstu løtu varð málið útsett
Lættin kann slett ikki sigast í orðum. Nú hava vit bíðað í nógvar tímar, síðani vit fingu at vita, at ferðaliðið hjá Arna var á veg upp á toppin á Mount Everest, og eg havi gingið við iPaddinum uppi á [...] Ninna Vatnhamar. Hon er vaknað fleiri ferðir í nátt, og hevur hugt eftir, um nakað nýtt var um bróðurin. Enn hevur hon ikki havt samband við Arna, so hon veit ikki hvussu ferðin er gingin. - Tað eru so nógv [...] tey bíðað í kø fyri at sleppa upp á toppin og tílíkt, sigur hon. - Tað einasta eg veit, er tað, sum stendir á heimasíðuni - og tað er, at øll hava verið uppi á toppinum, og at øll hava tað gott í eini lægri
sildalastina, sum varð seld í Skagen 20. januar í 2011. Tey trý manningarfeløgini stevndu reiðaranum, tí hann vildi ikki avrokna hýru fyri alla lastina. - Málið snýr seg í stuttum um, at manningin bara [...] hjá reiðaranum. Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, sigur, at tað er ikki fyrrenn nú, at manningin hevur fingið hýruna fyri fyri ein túr við Atlantsfarinum í januar 2011. Á heimasíðuni hjá Fiski [...] teimum sløku 473 tonsunum, ið vóru í lastini henda túrin. Skipið hevði nevniliga bert havt kvotu til hesi stívligu 359 tonsini, og tí kundi restin, sløk 114 tons, ikki avroknast, fyrr enn reiðaríið hevði
fegin síggja í hvítum í 2014 – og gjarna í nógv ár afturat, skrivar heimsíðan hjá B36. Róaldur Jakobsen hevur virknan lut á miðvøllinum hjá B36, og spældi eisini ein týðandi lut á U21, men er í dag ov gamal [...] skalt tiga, tá spælt verður, og í øllum førum ikki brúka teg móti dómaranum. Og ivaleyst er eisini onkur NSÍ-spælari, sum vildi lagt afturat, at summum dómarum mást tú als ikki brúka teg ímóti. Ein dómari [...] heldur fram í B36 fyri komandi kappingarár. Tað staðfestur heimasíðan hjá B36. Sáttmálin kom undir land leygardagin og sunnudagin fekk Róaldur Jakobsen reytt kort longu aftaná 18 minuttir í landskappin
úr útlondum hava ikki somu møguleikar at fáa eina útbúgving, sum upprunaføroyingar. Tað heldur Maria V. Hansen, nevndarlimur í Føroya Lærarafelag. Hetta er ein trupulleiki, heldur. Men í Skúlablaðnum heldur [...] føroyingar, fáa tí ikki sama møguleika til víðari lestur.
Maria V. Hansen heldur tískil, at vit eiga at bjóða hesum næmingum eyka hjálp í donskum, eitt nú hjálp til heimaarbeiðið í donskum. - Ein skúlakafé [...] møguleika at fáa hjálp heimanífrá, júst tí, at foreldur teirra ikki duga danskt. Hesir somu næmingar fáa eyka hjálp frá skúlanum til føroyskt, men í donskum er als ongin hjálp er at fáa. - Tá ið hesir næmingar
onnur vaksin, sum ikki spenna børnini í trygdarbelti. Tað staðfestir løgreglan, nú hon rættiliga er farin í hernað ímóti bilførarum, sum ikki virða lógina um at brúka trygdarbelti. Higartil í ár hava heili [...] at hava børn undir 15 ár í bilinum, uttan at tey vóru í trygdarbelti, soleiðis sum lógin fyriskrivar. Talan kann vera um, at børn undir 15 ár vóru í bilinum, uttan at tey sótu í trygdarbelti. Men talan [...] kann eisini vera um, at børn undir 135 sentimetrar ikki høvdu pútu at sita á. Tað er nevniliga ikki nóg mikið at spenna børn undir 135 sentimetrar í trygdarbelti, tey skulu eisini sita á pútu. Síðani skúlarnir
“Vit eiga ikki eitt oyra! Vit lata ikki eitt oyra!” varð upprunaliga skrivaður í 1974, men í 2006 endurnýggjaði og nútímansgjørdi Dario Fo leikin, og tað verður henda útgáva, ið verður at síggja í Sjónle [...] enn líka aktuelt. Í leikunum gera konurnar uppreistur, tá prísirnir á matvørum enn einaferð fara upp; í staðin fyri at gjalda tað, tað kostar, so gjalda tær tað, tað kostaði í gjár, ella í síðstu viku – og [...] seinastu hálvu øldina, og “Vit eiga ikki eitt oyra! Vit lata ikki eitt oyra!” var eisini sera væl umtóktur, tá Gríma spældi hann í 1979 við Eyðuni Johannesen og Adelborg Linklett í høvuðsleiklutunum. Hesaferð
Royndirnar við rist í trolinum, sum ísfiskatrolararnir Heykur og Falkur gjørdu tíðliga í fjør summar, eydnaðust so mikið væl, at Havstovan ætlandi longu í januar fer at gera nýggjar royndir við somu skipum [...] Havstovuni sær tað ikki sum ómøguligt, at onkur stongd øki kunnu latast upp aftur fyri trolveiði, um royndirnar, sum verða gjørdar í næstum, eydnast líka so væl, sum royndirnar tíðliga í fjør summar. - Jú [...] at skilja umleið 60% av smáa upsanum úr veiðini við at fiska við rist í trolinum. Mett verður tí, at møguleikar partvís eru at fiska í økjum, ið higartil eru stongd vegna ov stóra íblanding av smáum upsa
úrslitaleysar, so verður ikki verkfall. Í hvussu er ikki enn. - Nei, nú verður jólafriður í menniskjum góður tokki, sigur Maud Wang Hansen. Forkvinnan í Pedagogfelagnum fer í morgin at kunna sínar umleið [...] segr knappliga upp um útrokningarnar í samband við at farast skal frá at rokna viðbøturnar fyri ólagaliga arbeiðstíð út í krónum og oyrum, í staðin fyri at rokna tær í prosentum av lønini. Nú, tvær vikur [...] at støðast í hesum landinum, eitt nú vit stóra átakinum ”vit velja Føroyar.” Men hetta er eftir øllum at døma ikki galdandi fyri okkara fak, sum verður munandi verri lønt her í Føroyum enn í okkara grannalondum
Fyrsti dysturin í triðja umfari í Effo-deildini er á skránni longu í dag. Klokkan 17.15 verður fyrsta bríkslið í Gundadali, har B36 fær vitjan av Víkingi. Tá ið B36 leygardagin slapp úr illveðrinum á Argjum [...] Klaksvík við 1-0 tapi. Hóast tvey tap, og hóast teir í 180 minuttum ikki hava funnið vegin til mótstøðumálið, so havi víkingarnir ikki mist mótið: -Í Klaksvík gjørdu vit alt tað, sum vit høvdu avtalað, [...] hava roynt seg í nøkur ár í bestu deildini. Úrtøkan higartil er tveir sigrar. Umframt á Argjum fyri lítlari viku síðani, so vann B36 fyrsta heimadystin ímóti Skála 2-0. Víkingur tapti í fyrsta umfari 2-0