Herfyri ringdi Sonny Johannesen, skipari á Ennibergi, úr Barentshavinum og hevði hug at gera viðmerkingar til ætlaninar hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum um at lóggeva høvd og slógv upp á land.
- Sjálvandi havi eg einki ímóti, at arbeitt verður fram ímóti, at alt kemur til høldar. Umborð hjá okkum gera vit fars burtur úr avskurði, eins og vit taka øll rogn heim við. Við fullari last av flaki, plaga vit at hava eini 20-25 tons av farsi, og í løtuni hava vit stívliga 25 tons av rognum í lastini.
Skiparin á Ennibergi vísir á, at reiðarin eisini hevur borið upp á mál at seta eina kjálkamaskinu í skipið, men hon er ikki komin. Hildið hevur verið, at manningin skal eiga møguleikan at skera sær kjálkar og lippur heim við, sum fleiri eisini gera á túrinum.
- Tað er ikki bara sum at siga tað hjá okkum, ið fiska á fjarleiðum, at taka høvd og slógv heim við. Skulu vit hava eini 250-350 tons av høvdum í lastini, taka hesi pláss, sum svarar til einar 10 miljónir krónur í flaki. Tað sigur seg sjálvt, at hetta als ikki hevði verið rentabult fyri skip og manning.
Sonny Johannesen heldur, at prísurin, sum fáast kann fyri toskarhøvdini, er ov lágur til tess, at hesi kunnu førast heim úr Barentshavinum og geva nakað til skip og manning.
- Tað kostar at frysta høvdini, og tað kostar at flyta tey til lands. Tað kostar eisini at landa tey, tá skipið kemur heim. Spurningurin er tá, hvussu nógv er eftir av søluprísinum fyri hálva aðru ella tvær krónur fyri kilo.
Skiparin sigur, at tá havt verður í huga, at høvdini taka nógv pláss í lastini - og lutfalsliga lítið fæst fyri tey - kann ikki vera trupult at rokna út, at hetta slett ikki loysir seg, hvørki fyri skip ella manning.
Sonny Johannesen heldur, at politiski myndugleiki fyrst eigur at kenna umstøðurnar, áðrenn nakað verður lógarkravt í óðum verkum.