Ein dagur, ið Kristjan Geyti Johansen ongantíð gloymir, er 11/11 2012 kl. 11.00. Um hetta mundið var hann búsitandi í Nr. Aaby á Vesturfjóni í Danmørkini. Hann var í føstum starvi umborð á einum sandsúgvara, sum landaði sandin í ymsum býum i det ganske danske land. Hann var 14 dagar umborð og 14 dagar heima.
Lagnudagin fór hann upp tíðliga um morgunin sum hann plagdi, og fekk sær ein kopp av kaffi og ein bita at eta. Tá ið klokkan nærkaðist ellivu, segði hann við unnustuna, Hildigunn Tausen, at hann kendi seg ikki væl - har var okkurt, sum ikki ruggaði rætt.
Løtu seinni small hann um og endaði í føvninginum hjá Hildigunn. Hon fór beinanvegin í holt við at geva honum hjartaviðgerð. Samstundis ringdi hon eftir einum sjúkrabili, ið kom á staðið stutt aftaná.
Sjúkrabilurin koyrdi við honum fyrst til Kolding, og síðani til sjúkrahúsið í Odense. Í alla hesa tíð stríddust menn av øllum alvi við at geva honum viðgerð fyri at fáa lív í hann. Ikki fyrrenn 52 minuttir seinni raknaði hann knappliga við aftur, og spurdi hvar hann var.
Eftir hetta fekk hann sum vera mann javnan vitjan av Hildigunn, vinum og kenningum á sjúkrahúsinum. Dagin í dag minnist hann ikki hesar vitjanir, men hann er fegin um og takksamur fyri, at tey vóru har.
Serkønu læknarnir eru ikki í iva um, hví Kristjan kom livandi frá hendingini. Likamsliga er hann væl fyri. Hann stutt sagt elskar at spæla trummur og annars fáast við tónleik, ganga túrar og fáast við ymist úti í urtagarðinum, og er í heila tikið ein sunn sál í einum sunnum likami.
Tá ið Kristjan var búsitandi í Føroyum, var hann trummuleikari í bólkinum ”The Black Panthers”. Hóast hann í dag hevur eitt tól innbygt í hjartanum fyri at yvirliva, hevur hann dreymin um aftur at gerast limur í einum tónleikabólki. Og mangt er sum bendir á, at hetta fer at eydnast honum, tí tveir aðrir føroyskir sangarar og tónleikarar hava ætlanir um at seta á stovn ein føroyskan tónleikabólk á Fjóni.











