Hava bíðað í næstan fýra ár eftir lønini

Tað er nógv fyri at noyðast at berjast í fýra ár eftir at fáa sína løn


Trý ár og átta mánaðir!

So leingi tók tað manningini á Atlantsfarinum at fáa pengarnar, hon átti til góðar hjá reiðaranum.

 

Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, sigur, at tað er ikki fyrrenn nú, at manningin hevur fingið hýruna fyri fyri ein túr við Atlantsfarinum í januar 2011.

Á heimasíðuni hjá Fiskimannafelagnum heldur hann, at tað er nógv fyri, at skulu brúka fleiri ár at berjast við eitt reiðarí fyri at fáa tað at viðurkenna, at tað skal avrokna við manningina.

Tilsamans er talan um 171.000 krónur, manningin átti til góðar fyri sildalastina, sum varð seld í Skagen 20. januar í 2011.

Tey trý manningarfeløgini stevndu reiðaranum, tí hann vildi ikki avrokna hýru fyri alla lastina.

 

- Málið snýr seg í stuttum um, at manningin bara var avroknað fyri stívliga 359 tons av teimum sløku 473 tonsunum, ið vóru í lastini henda túrin.

Skipið hevði nevniliga bert havt kvotu til hesi stívligu 359 tonsini, og tí kundi restin, sløk 114 tons,  ikki avroknast, fyrr enn reiðaríið hevði útvegað sær eyka kvotu.

 

- Tá hetta var gjørt við einum kvotakeypi avroknaði rindaði danski keyparin fyri 72 tons afturat

Tað eru 42 tons minni, enn vektarseðilin segði, men danski keyparin hevur tvíhildið um, at tey 42 tonsini vóru farin í svinni.

 

- Men tað er ósatt, tí tað er próvfast, at hann seldi alla lastina víðari til sildaverksmiðjuna Skagerak Pelagic fyri sama prís, 4,30 krónur kilo, sigur Fiskimannafelagið.

 

- Reiðarin á Atlantsfarinum hevur í sínum lagi hildið upp á, at innvigingin til danska keyparan hevur altíð verið ein álitisspurningur, og at reiðarin ikki helt tað verið neyðugt at eftirkanna nakað.

- Reiðarin hevur sagt, at hann bert er avroknaður fyri tey 72 tonsini afturat, og er tað ikki rætt, er hann eisini snýttur.

 

 Nú hevur reiðarin so goldið manningini sítt, men tað er ein hart vunnin sigur, ásannar Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag.