Tað kom sum ein kvøkkur, tá vit herfyri vóru vitni til, at enn ein almenn verkætlan, var latin útlendingum at taka sær av. Hesaferð var tað eitt norskt felag, sum fór avstað við uppgávuni, at forprojekterað eysturoyar- og sandoyartunnilin, uttan at nakað útboð hevði verið.
Hetta er eitt sygriligt rák, ið hevur tikið seg upp tá almennar byggiuppgávur skulu gerast. Hervið meini eg baði, kommunalt og alment. Um tað so er umvegis grunnar ella almenn partafeløg.
Gamalt orðatak er at: “tað er ringur fuglur, ið drítir í egið reiður”, og eg haldi at hetta passar væl til tað, ið ferð fram. – Um almennu Føroyar ikki vilja vísa trúðskap móti síni egnu byggivinnu, hvør skal so?
Grundgevingar fyri ikki at nýta Føroyska vitan innan bygging finnast ikki. Sannleikin er at tað mesta av førleikanum, ið tørvur er á, er til staðar í Føroysku vinnuni, og skulu hesir mennast, so mugu teir brúkast.
Samanbera vit almenna bygging við tað, sum privat og vinnuvirki byggja , síggja vit, at tað stórt sæð ikki kemur fyri, at útlendskir arbeiðstakarir verða brúktir. Har finnst grundleggjandi einki ynski um at draga útlendska kapping inn í myndina, og trúðskapurin er munandi hægri.
Privata og vinnuliga byggingin er hvørki verri ella dýrari enn tann almenna av teirri orsøk!
Hóast nógv byggivirksemið er í Føroyum í dag, so er tað ein sannroynd, at eitt ótal av handverkarum, mugu leita sær uttanlanda at finna arbeiði. – Hetta kann tykjast eitt sindur løgið, men lata vit ov nógv til aðrar at gera, mugu vit sjálvi finna aðrar leiðir at lívbjarga okkum.
Hesin almenni “ótrúðskapur”, má fáa ein enda!
Umframt at hesin framferðarháttur hevur neiliga ávirkan á samlaða búskap okkara, hevur hetta eisni við sær verri umstøður til byggivinnuna at mennast í og verða før fyri at átaka sær framtíðar uppgávur.
Spurningur er ikki um reglur og lógir, men um ein broyttan og betri hugburð mótveis okkum sjálvum: Í Føroyum skulu Almennar byggiverkætlanir, projekterast og byggjast av Føroyingum.
Heini Fosaa
Valevni Sambandsflokksins til Løgtingsvalið