Eg eri stoltasta systir í verðini

Bíðitíðin hevur verið long, men nú hevur Arne Vatnhamar nátt heimsins hægsta tindi, og familjan er lættað. Eg kenni meg sum stoltastu systir í verðini, sigur Ninna Vatnhamar

Lættin kann slett ikki sigast í orðum. Nú hava vit bíðað í nógvar tímar, síðani vit fingu at vita, at ferðaliðið hjá Arna var á veg upp á toppin á Mount Everest, og eg havi  gingið við iPaddinum uppi á mær alla tíðina, sigur ein glað og lættað Ninna Vatnhamar. Hon er vaknað fleiri ferðir í nátt, og hevur hugt eftir, um nakað nýtt var um bróðurin.

 

Enn hevur hon ikki havt samband við Arna, so hon veit ikki hvussu ferðin er gingin.

 

- Tað eru so nógv viðurskfiti, sum vit einki vita um enn. Eitt nú um hann hevur iltmasku á enn, hava tey bíðað í kø fyri at sleppa upp á toppin og tílíkt, sigur hon.

 

- Tað einasta eg veit, er tað, sum stendir á heimasíðuni - og tað er, at øll hava verið uppi á toppinum, og at øll hava tað gott í eini lægri hædd. Meira vita vit ikki, sigur Ninna Vatnhamar.

 

Helst verður telefonsamband við Arna innan nakrar dagar, sigur Ninna, men hon veit ikki akkurát nær.

 

Tað eru nú tveir mánaðir síðan Arne Vatnhamar fór avstað, og familian hevur bíðað spent síðan. Onkuntíð er bíðitíðin follin long.

 

- Tað er heilt óveruligt, vit hava bíðað og bíðað, og eg havi haft tað so, at eg vildi bara hava beiggja mín heimaftur. Tó sjálvandi ynski eg honum tann sigurin, at náa hatta, sigur Ninna. Hon er 42 ár, og Arne er 41, og tey hava altíð verið sera tøtt, nærmast sum tvíburðar.

 

ì tí longu bíðitíðini, hevur tað hjálpt at hugsa, at einki nýtt er gott nýtt, sigur Ninna.

 

- Arne hevur prentað inn í okkum, at einki nýtt er gott nýtt, og tað hevur hjálpt hesa longu bíðitíðina, sigur hon. Tey nærmastu hava stuðlað hvørjum øðrum, men hóast øll hava latið væl at í seinastu, fullu gleðistárini kortini, tá hon fekk fatur á svigarinnuni, eftir at tað var greitt, at Arne var á veg niður aftur av heimsins hægsta fjalli.