Fingu 10 ferðir so nógv í ár

Mangt bendir á, at lundin so smátt er við at koma fyri seg aftur.

Mangt bendir á, at lundin so smátt er við at koma fyri seg aftur. Kring um í Føroyum, har menn plagdu at fleyga lunda um summarið, verður sagt, at væl av fugli hevur verið at sæð í vertíðini í ár. Sum skilst er tað tó bert á heilt fáum støðum, at menn hava fleygað nakað av týdningi.

 

Lundi er ikki friðaður við lóg, men á nøkrum plássum, har menn plagdu at fleyga lunda, hava grannastevnur friðað fuglin í eitt, tvey ella trý ár. Aðrastaðni hava tey valt ikki at friðað lundan, og her hava tey í staðin latið skilið ráðað.

 

Settorvan á Viðoynni er eitt av lundalondunum í Føroyum. Onnur lundalond eru eisini á Viðoynni, har rotta hevur gjørt sítt til at halda stovninum niðri. Í Settorvuni og Urðini, tey rópa, hava menn lagt seg eftir at týna rottuna við rottueituri fyri at verja sum best um lundastovnin.

 

Á Viðareiði halda tey seg gera lundalondunum best við ikki at friða fuglin á grannastevnu, men heldur royna at røkja røkur og vøll, samstundis sum farið verður í lundalondini við rottueituri. Bæði í fjør og í ár hava menn soleiðis verið í Settorvuni og hava hesar túrar eisini havt fleygastong við sær.

 

In.fo hevur í kvøld skift orð við viðoyingar, sum siga, at tað sær nógv, nógv betri út við lunda í Settorvuni í ár enn í fjør. Meðan teir vóru har í fjør, fleygaðu teir einar 30 lundar, og í ár hava teir á sama túri fleygað tíggju ferðir so nógvan lunda, tó at teir ikki á nakran hátt halda seg hava gingið stovninum ov nær.

 

- Tað, sum vit halda er sera hugaligt er, at allur fuglurin, sum vit fingu í ár, var ungur fuglur, sum var væl í holdum. Árið í ár kann slett ikki samaberast við árið í fjør, og eg haldi, at mong tekin er um, at lundastovnurin nú so smátt er við at koma fyri seg aftur. Men, treytin er, at rottan verður hildin burtur.