- Vit løgdu stóran dent á at velja tað bíligasta tilboðið.
Tað sigur Helena Dam á Neystabø, forkvinna í Mentamálanevndini hjá Tórshavnar Býráð.
Í gjárkvøldið ætlaði Tórshavnar Býráð at samtykkja at leggja graslíki á nýggja fótbóltsvøllin í Hoyvík. Bæði fakligi ráðgevarin og fyrisitingin hjá býráðnum, mæltu annars til at bjóða arbeiðið út av nýggjum, tí lægsta tilboðið leyk ikki treytirnar, arbeiðið varð bjóðað út eftir.
Men samgongan í býráðnum ætlaði at gera ímóti tilboðnum og at taka av lægsta tilboðnum kortini. Men í evstu løtu varð málið útsett, tí at nýggir upplýsingar eru komnir fram í málinum.
Helena Dam á Neystabø sigur, at fyrisitingin hevur mett um tilboðini av nýggjum og er komin eftir, at samanumtikið er eitt tilboð hjá einum øðrum tilboðsgevara kanska uppaftur lægri enn tilboðið, ætlanin var at taka av, hóast tað ikki leyk treytirnar í útbjóðingartilfarinum.
Forkvinnan í mentamálanevndini sigur, at tey løgdu stóran dent á at taka av tí bíligasta tilboðnum, hóast allar treytir í útbjóðingartilfarinum ikki vóru gingnar á møti.
- Hetta hevði verið ein vøllur, sum er sama slag, sum aðrir vøllir í Føroyum og hetta hevði verið ein vøllur, altjóða fótbóltssambandið, FIFA, hevði góðkent. Samstundis vístu útrokningarnar, vit høvdu til taks, at hesin vøllurin var eina millión bíligari enn hini tilboðini, sigur hon
- Tað er rætt, at tilboðið í sambandi við undirlagið ikki var akkurát eftir forskriftunum, men í hesum føri vigaði tað so meiri, at vit kundu spara eina millión, leggur hon afturat.
- Men nú vísa nýggjar útrokningar so, at samanumtikið er eitt annað tilboð líka bíligt, ella kanska enntá bíligari og tí skal málið viðgerast av nýggjum.
Les eisini: Hoyvíkingar mugu geva tol eitt sindur afturat
Annars varð býráðið hótt við endurgjaldskravið, men tað er ikki orsøkin til, at málið nú gongur umaftur, søgdu býráðslimir í gjárkvøldið.
Helena Dam á Neystabø sigur, at nú verður málið helst avgjørt í næsta mánað, so at graslíki kann leggjast á, áðrenn veturin kemur.