Hammer, formaður í Suðuroyar Róðrarfelag, sum sjálvur er ein av manningini. Teir høvdu kvinnuligan róðursmann í fjør, og í ár er líkt til, at systurin verður róðursmaður í ár. Vit venja mest í maskinunum [...] kappingarneyti hjá klaksvíkingum í fjør, men nú tað so smátt stundar móti nýggjum kappingarári, er báturi ikki fullmannaður enn. Tað eru fýra farnir av frá í fjør. Tveir eru í Noregi, har annar arbeiðir og [...] maskinunum enn. Summir venja á Tvøroyri, aðrir í Vági, og vit, sum arbeiða norðanfjørs venja so í Havn, sigur Bjarni Hammer. Hann sigur, at tað er ivaleyst av rógvarum har suðuri, men at hesir tó eru ov ungir
verður hildin eftir vanligu skránni. Páll Hansen er formaður í Maskinmeistarafelagnum. Í síni frágreiðingini vísir hann á, at føroyski fiskiflotin í dag telir umleið 150 skip, sum eru størri enn 20 brottotons [...] - Føroysk sjófólk rýma yvir í frálandavinnu ella umborð á norsk fiskifør. Eisini fiskimenn, sum hava góðar kjansir í Føroyum, rýma av okkara skipum, sigur Páll Hansen. Í dag verður árligi aðalfundurin [...] sigur, at eini 200-210 maskinmenn sigla í føroyska skipaflotanum í dag. - Skipini fækkast og harvið eisini arbeiðsplássini. Nøkur nýggj og sera nútímans skip eru komin í flotan - serliga innan uppisjóarflotan
umfatandi, og verða ikki stundir í dag at fara undir ítøkiliga viðgerð. Tilsamans fevnir álitið um umleið 900 blaðsíður. Í kommununevndini sita Hilmar Høgenni, formaður, umsitingarleiðari á Heilsufrøðiligu [...] Jens Marius Poulsen, næstformaður, býráðsskrivari í Tórshavnar Kommunu. Dinna Jensen, býráðsskrivari í Runavíkar Kommunu, Sveiney Sverrisdóttir, skrivari í Føroya Kommunufelag. Sørin Pram Sørensen, fulltrúi [...] Eirikur Lindenskov Tað var tann 23. apríl í 1996, at landsstýrið samtykti at seta eina nevnd við seks limum at gera uppskot um eina nýggja kommunala skipan í Føroyum. Eitt kommisorium varð gjørt, og var
gildi í kommununalu barnaansingini, bæði fyri tey børn, sum eru í barnagarðinum, í vøggustovuni, í dagrøktini og í útibarnagarðinum. Hava foreldur tvey børn í barnaansing, fáa tey 25% í ávsláttri fyri annað [...] børn í barnaansing, fáa nú avsláttur Foreldur á Tvøroyri, sum eiga fleiri børn í kommunalu barnaansingini, fáa tað nú eitt sindur lættari. Tvøroyrar Kommuna hevur samtykt at seta systkinaavsláttur í gildi [...] annað barnið og hava tey trý børn í barnaansing, fáa tey 50% í ávsláttri fyri triðja barnið. Tað merkir, at foreldur, sum eiga fleiri børn í barnaansing, betala bara fult gjald fyri fyrsta barnið. Kristin
dagarnir hjá trolvinnuni skulu økjast. Hetta er í høvuðsheitum niðurstøðan hjá meirilutanum í fiskidaganevndini, sum í vikuni handaði landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Bjørn Kalsø, sítt tilmæli ? eina [...] skrivari í fiskidaganevndini. - Høvuðstilmælini hjá meirilutanum eru, at dagatalið hjá skipum og bátum, sum fiska við húki í bólkunum, 3, 4 og 5, skal skerjast við 10%, meðan dagatalið hjá partrolarum í bólki [...] samlaða dagatalið í bólki 5 verður skert, men ikki hjá teimum sum reka vinnuligan útróður, sigur Herta Olsen. Minnilutin í fiskidaganevndini mælir til óbroytt fiskidagatal og vísir í høvuðsheitum á, at
samdir við okkum í hesum máli, sigur hann. - Tað eru sterkar kreftir, bæði í Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum, sum eru samd við okkum í hesum máli, sigur formaðurin í Miðflokkinum. - Tað er í øllum førum [...] tilsøgn um at seta í verk við hjálp frá atkvøðum í samgongoni. Men Jenis av Rana er sannførdur um, at í hesum máli stendur Miðflokkurin ikki einsamallur. Tað eru nógvir tinglimir í samgonguni sum eru samdir [...] ein samgonga, Miðflokkurin er í, sum fer at seta fría rúsdrekkasølu í verk. - So hasum má Poul Michelsen bíða við, til hann sjálvur kemur í eina samgongu, leggur formaðurin í Miðflokkinum afturat.
áðnum í gjár. Hoyr samrøðuna, sum var á Rás2 í gjár, við Jenny C. Petersen, við at trýsta á pílin undir myndini. Við í nevndini eru: Limirnir í bygginevndini eru: Bjarni Wilhelm, deildarstjóri í Menta [...] limur í bygginevndini fyri nýggja tjóðleikhúsi, sigur, at nýggja tjóðleikhús má nøkta tørvin, sum yrkisleiklistin í Føroyum hevur. Hon fegnast um, at arbeiði við einum nýggjum tjóðleikhúsi er farið í gongd [...] Mentamálaráðnum, formaður Jenny C. Petersen, stjóri á Tjóðpalli Føroya Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri í Tórshavnar kommunu Árni Baldvinsson, ljóstøkningur Alda Joensen, fulltrúi í Mentamálaráðnum, skrivari
bronsu í 100 metra bringusvimjing fyri kvinnur, og Óli Mortensen vann bronsu í 1500 metra frísvimjing fyri menn, og í liðkappingini í 4 x 100 metra frísvimjing fyri kvinnur vunnu Føroyar silvur í NM. Kappingin [...] Fyrsti dagurin í norðurlendsku svimjikappingini í Gundadali er av. Jon Hestoy er formaður í Svimjisambandinum, og gamli meistarasvimjarin heldur, at føroyska avrikið henda fyrsta av trimum kappingardøgum [...] gullkrónuna í 100 metra ryggsvimjing. Hon var í tættari kapping. Birita vísir rætta hugburðin. Hon er væl vand av fyrst Rúna Gaardbo í FLOT á Toftum og seinnu árini av Peturi Heðin av Fløtti i Ægir í Klaksvík
Í tíðargrein í Vikuskiftis Sosialinum í farnu viku setti Jørn Astrup Hansen, fyrrverandi stjóri í Eik, spurnartekin við uppsøgnina av Liljan Weihe. - Hugvekjandi er tað at síggja, at málið nú hevur fingið [...] lesast her. Nei, sigur Rúni Heinesen, formaður fyri Kringvarpsstýrið. Spyrt tú hann, so er tað púrt einki í ákærunum um, at stýrið hevur sett Johnny í Grótinum at rudda upp í Kringvarpinum, sum hann málber seg [...] Rúni Heinesen í dag. Hóast orrustan millum Johnny í Grótinum og Liljan Weihe framvegis skapar órógv um stovnin, so tvíheldur Rúni Heinesen um, at stýrið fyri Kringvarpið ikki kann blanda seg í starvsfólkamál
in og spenningurin í FM kappingini fyri einstaklingar, sum síðstu vikuna hevur verið í Løkshøll í Runavík, og sum endaði í gjár, var í unglingadeildini. Her endaði tað við, at Jón í Horni Nielsen úr Sandavági [...] verður tólv seinni í hesum mánaðinum. -Eg lærdi mannagongdina, tá ið eg var fýra ára gamal, segði Jón í Horni Nielsen, tá ið hann hevði fingið handað FM steypið frá borgarstjóranum í Runavíkar kommunu, [...] tikið, síggjast Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, Ragnar Weihe, Jón í Horni Nielsen, Luitjen Akselsson Apol og Finnbjørn Vang, formaður í Talvsambandi Føroya.