Lættari at eiga børn á Tvøroyri

Foreldur, sum eiga fleiri børn í dagrøkt, fáa nú avsláttur

Foreldur á Tvøroyri, sum eiga fleiri børn í kommunalu barnaansingini, fáa tað nú eitt sindur lættari.

Tvøroyrar Kommuna hevur samtykt at seta systkinaavsláttur í gildi í kommununalu barnaansingini, bæði fyri tey børn, sum eru í barnagarðinum, í vøggustovuni, í dagrøktini og í útibarnagarðinum.

Hava foreldur tvey børn í barnaansing, fáa tey 25% í ávsláttri fyri annað barnið og hava tey trý børn í barnaansing, fáa tey 50% í ávsláttri fyri triðja barnið. Tað merkir, at foreldur, sum eiga fleiri børn í barnaansing, betala bara fult gjald fyri fyrsta barnið.

Kristin Michelsen, borgarstjóri, sigur, at hetta er ein skipan, sum kostar kommununi 200.000 krónur um árið.

-Hetta er ein tænasta, sum vit vilja veita borgarunum fyri at lætta um hjá teimum húskjum, sum eiga fleiri børn undir skúlaaldur, leggur hann afturat.

Skipanin við avsláttri kemur í gildi 1. august, sigur Jens Johannesen, formaður í sosialu nevnd hjá Tvøroyrar Býráð.

Annars hevur ætlanin verið at gera barnagarðin størri, so at ein stova til 20 børn kemur afturat og so at ein spælistova verður gjørd til alla barnaansingina.

Býráðið setti eina millión av til ætlanina, men nú vísir tað seg, at barnagarðurin, sum er, krevur so stórar ábøtur, at óvist er um ikki ein stórur partur av útbyggingini má bíða til næsta ár, sigur nevndarformaðurin.