Maskinmeistarafelagið heldur aðalfund

- Føroysk sjófólk rýma yvir í frálandavinnu ella umborð á norsk fiskifør. Eisini fiskimenn, sum hava góðar kjansir í Føroyum, rýma av okkara skipum, sigur Páll Hansen. Í dag verður árligi aðalfundurin hjá Maskinmeistarafelagnum. Fundurin verður á Hotel Hafnia og byrjar klokkan 14.

Stjórin á Vinnuháskúlanum, Hans Jóhannes á Brúgv, verður gestarøðari á aðalfundinum, sum annars verður hildin eftir vanligu skránni.

Páll Hansen er formaður í Maskinmeistarafelagnum.

Í síni frágreiðingini vísir hann á, at føroyski fiskiflotin í dag telir umleið 150 skip, sum eru størri enn 20 brottotons. Av hesum skipum eru 50, sum hava eina maskinu, ið er størri enn 750 KW.

Formaðurin sigur, at eini 200-210 maskinmenn sigla í føroyska skipaflotanum í dag.

- Skipini fækkast og harvið eisini arbeiðsplássini. Nøkur nýggj og sera nútímans skip eru komin í flotan - serliga innan uppisjóarflotan, men arbeiðsplássini gerast ikki fleiri av hesi orsøk.

Páll Hansen vísir á, at bæði politikarar og onnur tosa um, at vit mugu hava alternativ og soleiðis fleiri bein at standa á í okkara sjóvinnu. Dømir sum frálandavinna, uttanlandssigling og FAS verða nevnd í heilum.

Formaðurin í Maskinmeistarafelagnum ásannar, at hóast inntøkan umborð á fleiri føroyskum skipum er góð, rýma menn kortini yvir í frálandavinnuna ella umborð á norska fiskiflotan.

Páll Hansen heldur í síni formansfrágreiðing, at Føroya Reiðarafelag átti at vaknað og átti at sæð henda trupulleika í eyguni.