Poul Michelsen hevur ongan livandi møguleika

Uppskotið, Framsókn fer at leggja fyri Løgtingið um at loyva handlum at selja øl og vín, hevur ongan livandi møguleika fyri at verða samtykt.

 

- Hetta verður ikki samtykt!

Tað staðfestir Jenis av Rana, formaður Miðfloksins, sum er á tingi.

Tað, hann sipar til, er uppskotið, Poul Michelsen, tingmaður fyri Framsókn, fer at leggja fyri Løgtingið um, at matvøruhandlar skulu eisini sleppa at selja øl og vín.

 

Les eisini: Handlar skulu sleppa at selja øl og vín

 

Hann sigur, at Poul Michelsen er í andstøðu og hetta er ikki eitt uppskot, samgongan fer at taka undir við.

 

Samgongan hevur eina avtalu um etisk mál, og eftir teirri avtaluni skulu ongar broytingar gerast á etiska økinum, uttan at Miðflokkurin gevur tilsøgn um tað.

Og at loyva vanligum handlum at selja øl og vín er ikki eitt mál, Miðflokkurin fer at geva tilsøgn um at seta í verk við hjálp frá atkvøðum í samgongoni.

 

Men Jenis av Rana er sannførdur um, at í hesum máli stendur Miðflokkurin ikki einsamallur.

 Tað eru nógvir tinglimir í samgonguni sum eru samdir við okkum í hesum máli, sigur hann.

- Tað eru sterkar kreftir, bæði í Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum, sum eru samd við okkum í hesum máli, sigur formaðurin í Miðflokkinum.

- Tað er í øllum førum ikki ein samgonga, Miðflokkurin er í, sum fer at seta fría rúsdrekkasølu í verk.

 

- So hasum má Poul Michelsen bíða við, til hann sjálvur kemur í eina samgongu, leggur formaðurin í Miðflokkinum afturat.