Tað var í fjør, at nýtt róðrarfelag var stovnað, eitt felag, sum skuldi vera fyri alla oynna. Tað fekk navnið Suðuroyar Róðrarfelag, samstundis sum eisini spildur nýtt 10-mannafar varð flotað.
Og Suðuroyingurin gjørdist harðasti kappingarneyti hjá klaksvíkingum í fjør, men nú tað so smátt stundar móti nýggjum kappingarári, er báturi ikki fullmannaður enn.
Tað eru fýra farnir av frá í fjør. Tveir eru í Noregi, har annar arbeiðir og hin lesur, so báturin er ikki fullmannaður enn, sigur Bjarni Hammer, formaður í Suðuroyar Róðrarfelag, sum sjálvur er ein av manningini.
Teir høvdu kvinnuligan róðursmann í fjør, og í ár er líkt til, at systurin verður róðursmaður í ár.
Vit venja mest í maskinunum enn. Summir venja á Tvøroyri, aðrir í Vági, og vit, sum arbeiða norðanfjørs venja so í Havn, sigur Bjarni Hammer.
Hann sigur, at tað er ivaleyst av rógvarum har suðuri, men at hesir tó eru ov ungir at rógva við 10-mannafarinum.
Vit velja tó at síggja loysnirnar heldur enn forðingarnar, og eg ivist ikki í, at báturin verður mannaður, tá tíðin fer at nærkast, sigur Bjarni Hammer.
Og tað er líkt til, at kappingin verður meira áhugaverd í ár enn hon hevur verið seinastu árini, tí umframt Suðuroyingin verða Klaksvíkingur, Havnarbáturin, Eysturoyingur og helst eisini Hoyvíkingur við í kappingini í ár.