Fyrsti dagurin góðtikin

Formaðurin í Svimjisambandinum fegnast um gullkrónuna, hóast hon ikki er so óvæntað, sum hon plagdi at vera

Fyrsti dagurin í norðurlendsku svimjikappingini í Gundadali er av. Jon Hestoy er formaður í Svimjisambandinum, og gamli meistarasvimjarin heldur, at føroyska avrikið henda fyrsta av trimum kappingardøgum er soleiðis, sum tað kann roknast við.

-Seinastu árini hevur tað gingið betri, enn tað plagdi at gera, Tað eru ikki so mong ár síðani, at tað hevði verið framúr avrik, at vit megnaðu at vinna heiðursmerki í norðurlendskari kapping. Framgongdin seinastu árini ber við sær, at hetta ikki longur er so rár hending. Birita Debes var tann fyrsti føroyski svimjarin, sum vann gull í NJM, og tað var flott av henni, at hon fríggjadagin tryggjaði sær gullkrónuna í 100 metra ryggsvimjing. Hon var í tættari kapping. Birita vísir rætta hugburðin. Hon er væl vand av fyrst Rúna Gaardbo í FLOT á Toftum og seinnu árini av Peturi Heðin av Fløtti i Ægir í Klaksvík. Vit hava vónir um, at tað eisini teir báðar seinnu dagarnar skal eydnast at vinna onnur heiðursmerki, enn tey vit vunnu fyrsta dagin, sigur Jon Hestoy.

Umframt at Birita Debes vann eina gullkrónu, vann Turið S. Christiansen bronsu í 100 metra bringusvimjing fyri kvinnur, og Óli Mortensen vann bronsu í 1500 metra frísvimjing fyri menn, og í liðkappingini í 4 x 100 metra frísvimjing fyri kvinnur vunnu Føroyar silvur í NM.

Kappingin heldur fram leygardagin klokkan 9.30.