Kommununevndin liðug

Annfinn Kallsberg, løgmaður heldur, at álitið hjá Kommununevndini verður eitt gott støði at byggja framtíðar kommunupolitikkin á

Eirikur Lindenskov


Tað var tann 23. apríl í 1996, at landsstýrið samtykti at seta eina nevnd við seks limum at gera uppskot um eina nýggja kommunala skipan í Føroyum.

Eitt kommisorium varð gjørt, og var tað almannakunngjørt og sent øllum kommunum í 1996.

Stórur spennigur hevur verið um, hvør niðurstøðan fór at vera, og ikki minst um, hvørja hugsan nevndin fór at hava um kommunusamanleggingar.

Í prinsippinum mælir nevndin til, at kommunurnar verða sjey í tali, men tó heldur nevndin, at fyrstu fýra árini eiga kommunurnar sjálvbodnar at sleppa at leggja saman. Men í ár 2002 eiga tær kommunur, sum ikki hava lagt saman, at verða lagdar saman við lóg.

Álitið hjá kommununevndini er rættuliga umfatandi, og verða ikki stundir í dag at fara undir ítøkiliga viðgerð. Tilsamans fevnir álitið um umleið 900 blaðsíður.

Í kommununevndini sita Hilmar Høgenni, formaður, umsitingarleiðari á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Jens Marius Poulsen, næstformaður, býráðsskrivari í Tórshavnar Kommunu. Dinna Jensen, býráðsskrivari í Runavíkar Kommunu, Sveiney Sverrisdóttir, skrivari í Føroya Kommunufelag. Sørin Pram Sørensen, fulltrúi á Løgmansskrivstovuni og John Rajani, fulltrúi í Undirvísingar- og Mentamálastýrinum.

Løgmaður takkaði fyri stóra arbeiðið, sum nevndin hevði gjørt, og hann ivaðist ikki í, at hetta vælaarbeiði fór at elva til nógv og drúgvt kjak bæði millum politikarar og í samfelagnum annars. Annfinn Kallsberg ivaðist ikki í, at hetta arbeiði fór at verða eitt gott grundarlag at byggja framtíðar kommunupolitikkin á.