Húkurin skerjast ? men ikki trolvinnan

Meirilutin í fiskidaganevndini mælir í høvuðsheitum til at hækka dagatalið hjá partrolarum og trolbátum 10% - og at lækka dagatalið hjá skipum og bátum, sum fiska við húki, 10%, vinnuligu útróðrarmenninir í bólki 5 tó undantiknir. Minnilutin í fiskidaganevndini mælir til óbroytt dagatal fyri komandi fiskiár

Tilmæli

Fiskidagarnir hjá húkavinnuni skulu skerjast, meðan dagarnir hjá trolvinnuni skulu økjast.
Hetta er í høvuðsheitum niðurstøðan hjá meirilutanum í fiskidaganevndini, sum í vikuni handaði landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Bjørn Kalsø, sítt tilmæli ? eina viku eftir, at Fiskirannsóknarstovan kom við sínum tilmæli um fiskidagar.
Herta Olsen er skrivari í fiskidaganevndini.
- Høvuðstilmælini hjá meirilutanum eru, at dagatalið hjá skipum og bátum, sum fiska við húki í bólkunum, 3, 4 og 5, skal skerjast við 10%, meðan dagatalið hjá partrolarum í bólki 2 og trolbátum í bólki 4 skal økjast við 10%.
Hon leggur aftrat, at tilmælta skerjingin av húkaveiðini tó ikki skal ganga útyvir dagarnar hjá vinnuligu útróðrarmonnunum í bólki 5.
- Mælt verður til, at samlaða dagatalið í bólki 5 verður skert, men ikki hjá teimum sum reka vinnuligan útróður, sigur Herta Olsen.
Minnilutin í fiskidaganevndini mælir til óbroytt fiskidagatal og vísir í høvuðsheitum á, at fiskidagaskipanin er ein sjálvregulerandi skipan.
Í fiskidaganevndini er Óli Samró formaður. Hinir nevndarlimirnir eru; Bjarni Kass, sum umboðar partrolararnar, Dánjal J. Vilhelm fyri línuskipini, Jens J. Olsen fyri trolbátarnar og Auðunn Konráðsson, sum umboðar útróðrarmenninar.
Fyri hvønn av nevndarlimunum er ein eykalimur.
Í minnilutanum eru Dánjal J. Vilhelm og Auðunn Konráðsson.
Sosialurin royndi í gjár at fáa fatur á tilmælinum hjá fiskidaganevndini, men tað eydnaðist ikki, áðrenn blaðið fór til prentingar.