fyllir nógv í hennara lívið, og nøvn sum Avril Lavigne og Westlife liggja ofta í fløguspælaranum heima við hús. Sum onkur kanska longu hevur gitt, so er Barbara systir Elina, kendu vertinnuna í útvarpssendingini [...] pallinum. Men nú byrji eg eisini at gleða meg til aftur at hava frí um kvøldarnar, fortelur hon. Í løtuni er hon í starvsvenjing á Tjóðpalli Føroya, og tað er kanska gott. Tí so kann hon brúka dagarnar, sum [...] Men tað passar mær fínt. Og eg sleppi jú eisini at royna onkur onnur ting; til dømis skal eg í morgin á vitjan í Kringvarpinum, og tað gleði eg meg ordiliga nógv til. Tað verður heilt sikkurt spennandi at
at koma víðari. Sparkaðu nýtt lív í gamla rokkin Næsti bólkurin EGR2PLZ er ein rættiliga nýggjur bólkur. Nógvir av leikarunum hava tó leikt saman í fleiri ár í bólkum sum Fluffy Toys og MC Hár. Teir spæla [...] fleiri klassiskar rokk-klichéir bæði í ljóði og teksti. Sangirnir vóru um konufólk í høghælaðum skóm, stórar hjartasorgir og macho reyp. At virka trúligur og fáa nýtt lív í klichéirnar er trupult, men EGR2PLZ [...] falskt. Men hinvegin so løgdu teir kanska einki í, um tað ljóðaði illa. Arni Zachariasen show Bólkurin, ið skuldi enda kvøldið, var Braquet, ið vóru í finaluni í seinasta Prixnum. Styrkin tá var gittarleikarin
og Sigmund Strøm hava skrivað tekstirnir. No Refund hava spælt saman í tvey ár. Sunrid Kærbech er sangari og kom við í bólkin fyrr í ár. No Refound eru íblást av ymiskum, alt frá metal og yvir til popp [...] úr Suðuroynni, høvdu bara 15 minuttir í part. Ablaze var fyrsti bólkurin á Jóansøkufestivalinum og legði fyri við egnum løgum. Bólkurin er av Tvøroyri og byrjaði í august 2006. Sólfríð Bech, ið hevur sungi [...] spennandi tiltak. - Men sjálvandi komu vit ikki víðari í Fuglafirði, har 50 % av atkvøðunum komu frá áskoðarunum, sigur Jens Arni Leo, sangari í Forgery. Ring uppmøting, góður stemningur Crawling Blue
ábyrgdina av marknaðarføringini av Smyril Line í Skotlandi. Tað nýggja við ferðaætlanini hjá Norrønu í summar er, at tað verður møguligt at fara til Scrabster norðast í Skotland. Samband verður hvørja viku, soleiðis [...] trimum døgunum, hann var í Føroyum. Cailean rekur fyritøkuna Skye-Media, og hann ger sendingar fyri útvarp og sjónvarp á gæliskum máli, sum vit høvdu eina frásøgn um hósdagin í seinastu viku. Hann kemur [...] víða um í Skotlandi. Men hjá tí, sum hevur nóg mikið av tíð, kann tað eisini vera hugaligt og stórsligið at koyra við toki, sum koyrir frá Thurso beint við Scrabster til Inverness. Bussambandið í Skotlandi
prátandi inn í hølini við fanginum fullum av hotdogs. Frank Arnesen fær ein burtur av og tað sama ger Jákup í Stórustovu, sum hevur syrgt fyri øllum talentskótunum meðan teir hava verið í landinum. Og í millum [...] við, verða samd í. Men Frank Arnesen hevur ikki bara hug at rósa góðu fyriskipanini. - Jákup hevur verið ein ótruliga góður maður hjá okkum, sigur Frank Arnesen og ristir í økslina á Jákup í Stórutovu. - [...] leikarunum í nærmastu framtíð. Tað gera vit ongantíð aftan á eina slíka kapping. Vit vilja altíð síggja ein leikara í longri tíð, áðrenn vit taka avgerð um, hvørt hann skal hava sáttmála ella ikki. - So í eini
skal ein niður til Danmarkar í skúla í 3 ár. Tíðin niðri er tann besta vit hava havt, siga báðir við ein munn. Báðir trívast væl í arbeiðinum, og sjálvt um viðurskiftini eru smá í Føroyum, so eru teir enn [...] gera grein 13 kanningar. Bilarnir í góðum standi Í meðan vit koyra ber til at fáa eitt prát við løgreglumenninar. Eg koyri mest saman við Jákup Martini og Eyðuni, ið eru í yngra endanum á løgreglustøðini [...] Kanningin hendan dagin, Sosialurin er við, vísir, at bilarnir eru í góðum standi. Bara tveir av fjøruti bilum fáa bót. Og Eyðun kann taka undir við, at bilførararnir koyra í góðum bilum. Tað man koma
forvitnir eftir at vita eitt sindur um Lindu. Hon greiddi frá, at hon byrjaði sína sangkarrieru í barnakóri í Fildelfia í Havn. Hon heldur sjálv ikki at hon nakrantíð hevur verið serliga væl fyri tekniskt. - Men [...] fýra luttakarar eftir í kappingini, og hóast nógv og hart arbeiði, setti Linda sær tíð av til at koma til Føroya ein túr. Hon vitjaði familju og vinir, vísti donsku fjølmiðlum runt í Havn, og sunnudagin [...] men meir tú syngur, betri kemur tú at læra tína egnu rødd, segði Linda Andrews við Rás2 í gjár. Hon avdúkaði í sendingini, at hennara venjing partvíst fer fram undir brúsuni. - Eg taki long bað, tendri
áðrenn jól í ár. Eitt verður helst tíðliga í komandi mánaða, meðan tað seinna verður í desembur. Hann hevur ikki reiðiliga gjørt av enn, hvat verður á skránni, men hugnaligt verður tað óivað. Í fjør var [...] hennara, sum keyptu hotellið í 1996. Tá hevði hotellið staðið tómt í eitt summar. Tíðirnar vóru ikki so góðar tá, so áhugin fyri hotellinum var ikki so stórur. Tær høvdu so hotellið í eini tvey til trý ár, og [...] alment upp um síðst í mei ella í seinasta lagi 1. juni. Tey plaga at laga upplatingina eftir Norðoyastevnuni. Tí tað hava verið tiltøk á hotellinum fríggjakvøldið á Norðoyastevnu í fleiri ár nú. Hetta
síðuspor... Eg var so heppin at vera í Danmark fyri næstan tveimum vikum síðani, tá Dánjal og bólkurin høvdu útgávukonsert har í Mentanarhúsinum á íslendsku bryggjuni í Keypmannahavn. Eg sat og dyrkaði [...] áhugaverd, innihaldsrík, varierandi, hugtakandi og alt í senn. Eitt sindur sum at traðka inn í eitt ævintýr og bara lata seg ríva við frá enda í annan. Hon riggar bæði afturvið døgurðanum, sum bakgrun [...] nøvn sum Kaizers Orchestra, Afenginn, Tom Waits, Leonard Cohen og Budam. Bara í sínum egna hami. Tekstirnir liggja væl í rútmuni, taktirnar eru skiftandi og lívligar, og røddin hjá Dánjal liggur merkverduga
um vit noyddust í yvirlivilsisdraktirnar, og vindurin fór upp um 15 metrar um sekundið, skuldu vit gevast, siga teir báðir John Erik og Fróði, sum Sosialurin hevur sett stevni. Teir sita í draktunum náttina [...] gjørt? Sat har í vátum klæðum, ongan svøvn, keðiligt veður, mótvind í eina heila viku, somu menn og so framvegis. Tá skal eg blankt viðganga, at var ein fylgibátur við okkum, so hevði eg lopið í hann, greiðir [...] Tveir mans rógva og tveir hvíla. Sætta hvønn tíma samskifta teir við MRCC støðina í Føroyum, og nú er aftur tíð at seta seg í samband við støðina. - Vit søgdu tað sama hvørjaferð. Allir hava tað gott, tað