Betri enn nakar dreymur

Um vikuskiftið var Linda Andrews heima í Føroyum og vendi. Hon var gestur í studio hjá Rás2, og sang hon fyri fjepparum í Miðlahúsinum. Hon greiddi lurtarunum erliga frá sínum upplivingum frá X-Factor, og staðfesti at hóast upp- og niðurtúrar er luttøkan í X-Factor betri enn nakar dreymur

Tað er stuttligt at vera Linda Andrews fyri tíðina. Hvørt fríggjakvøld fær hon sínar minuttir av fame, tá X-Factor hyggjarar atkvøða hana víðari kvøld eftir kvøld. Nú eru bert fýra luttakarar eftir í kappingini, og hóast nógv og hart arbeiði, setti Linda sær tíð av til at koma til Føroya ein túr. Hon vitjaði familju og vinir, vísti donsku fjølmiðlum runt í Havn, og sunnudagin var hon gestur á Rás2. Millum klokkan 15.-18.00 vóru beinleiðis samrøður við Lindu, og fólk kundu ringja og skriva inn til hennara.


Brúsan sum venjingarhøli

Lurtararnir vóru sum vera mann forvitnir eftir at vita eitt sindur um Lindu. Hon greiddi frá, at hon byrjaði sína sangkarrieru í barnakóri í Fildelfia í Havn. Hon heldur sjálv ikki, at hon nakrantíð hevur verið serliga væl fyri tekniskt.

- Men stillisliga og róliga menti meg. Blívur tú við at venja og venja okkurt sum tú ynskir tær, gerst tú góð til tað. Eg havi ongantíð vitað nakað um teknikk, men meir tú syngur, betri kemur tú at læra tína egnu rødd at kenna, segði Linda Andrews við Rás2 í gjár.

Hon avdúkaði í sendingini, at hennara venjing partvíst fer fram undir brúsuni.

- Eg taki long bað, tendri stearinljós og taki tónleik við inn á vesi, og so syngi eg undir brúsuni, segði hon og flenti.

Linda Andrews undirvísir børnum í sangi, umvegis barnakór í Keypmannahavn, og hevur hon harafturat arbeitt sum backup sangarinna.

- Men hetta er nakað heilt annað. At fáa heitið sum diva er ótrúliga positivt. Tað merkir, at mann hevur nakað, sum hini ikki hava. Og tað hevur nógv at siga fyri meg, segði Linda Andrews millum annað við fjepparar sínar.

Ein fjeppari vildi eisini hava at vita, hvør yndissangarin hjá Lindu var. Hon greiddi flennandi frá:

- Eg havi lurtað mest eftir Mariah Carey. Á mínum kamari var eg hon, tá eg sang framman fyri speglinum. Og Whitney Houston, Celine Dion, Sissel Kyrkjebø til dømis.


Mohamed og ABC í finaluna

Lurtarar hjá Rás2 vildu millum annað vita hvussu sangirnir verða valdir, um hon sminkaði seg sjálv, og um hon var støk. Til hetta svaraði Linda, at sangirnar verða valdir út 14 dagar áðrenn sendingarnar, klæðini verða vald út í felag, og at sminkan og hárið verður gjørt av professionellum.

- Ja, eg eri støk. Eg njóti fría lívið, segði hon flennandi.

Hóast tað gongur hart fyri seg, tá Blachmann oysir sína erligu meining út yvir Lindu, er tónin ein heilt annar millum luttakararnar.

- Millum okkum er eingin kapping. Vit stuðla hvørjum øðrum sum frægast, og tað at eg eri eldri enn tey, hevur einki at siga. Bæði Lucas og Sidsel eru bæði sera búgvin og intellektuell, og onkuntíð hugsi eg, at eg eri tann yngsta. Nei, vit hugna okkum ordiliga saman.

Spurd hvørt hon væntar at vinna, segði hon:

- Eg havi vunnið so nógv. Teir smáu sigrarnir eru teir størstu. Men sjálvandi vil eg vinna kappingina. Nummar 2 og 3 er fínt, men nummar 1 er best. Hvis eg skal siga, hvønn eg vildi sæð í finaluni saman við mær, vildi eg sagt Mohamed og ABC. Hevði eg sjálv ikki verið við, hevði eg roknað við at Seest fór at koma langt. Men eg síggi eisini hvat tað er, hyggjararnir vilja hava. Tað er hatta ekstra tingið, sum serliga Lucas, Sidsel og Patricia í ABC hava. Eg vænti alíkavæl at Mohamed kemur sterkt aftur fríggjakvøldið.


Dóttirin æruna

Tað var dóttirin, sum kom við avbjóðingini til Lindu um at melda seg til kappingina.

- Eg helt altíð, at ein ordiligur sangari fer ikki til sovorði. Men eg vil siga, at tað er so dupultmoralskt. Tí mann situr jú heima og fylgir við hvørt einasta kvøld. Í fjør var dóttirin so púra vekk í Lauru, og spurdi meg um hon ikki sang væl. Jú, Laura syngur væl, men mamma syngur betri, ha?, spurdi eg. Og har tók hon meg uppá orðið, og eg meldaði meg til.

Linda sigur, at tá hon fór til upptøku, hevði hon bara hug til at goyma seg í longu bíðirøðini.

- Eg var so bangin fyri at fáa at vita, at eg skuldi bara vera heima og vera mamma. Tí eri eg sera glað fyri at vinkonurnar fingu meg avstað, og at dóttirin yvirtalaði meg.


Hvat geri eg skeivt?

Í fyrsta umfarinum kendi Linda seg sum eitt barn í einum stórum handli. Hon kendi seg tryggan við sínum sangi, men var harafturímóti ótrygg við hvussu hon skuldi flyta seg á pallinum, hvat kamera hon skal hyggja í og so framvegis. Hon er kortini vaksin við uppgávuni seinastu vikurnar.

- Tað kennist fullstendiga fantastiskt at standa á pallinum í X-Factor. Tað er betri enn nakar dreymur, sum ein altíð hevur havt. Eg havi verið nøgd við mínar framførslur, men eg havi fingið viðmerkingar, sum eg ikki havi vitað hvussu eg skuldi taka. Eg hugsaði, at tað er líka mikið hvat eg geri, tí teir fara ikki at dáma meg. Eg havi sungið fýra ymiskar sangir, nú frati eg á tað heila, og eg syngi bara. Og tá elskaðu teir meg.

Nøkur ting hava verið eitt sindur torfør fyri hana at góðtaka.

- Eg havi fingið kritikk fyri at syngja ov væl. Hvussu kann tað vera negativt? Fyri ein sum meg, sum eri ein kempari er tað viktigt við mótgangi, tí eg blívi so fratør. Hetta hevur so nógv at siga fyri meg. Hvat geri eg skeivt? Og tá alt kom til alt, gav Blachmann mær tað bestu vikuna, sigur hon og smílist.

- Mann kann siga tingini uppá ein penan máta. Men eg eri glað fyri, at føroyingar ikki fóru á sama støði sum Blachmann.

Linda varð av einum lurtara spurd hvønn dómara, henni dámdi best.

- Lina er besti dómarin. Fólk skulu uppmuntrast. Ikki hálast niður.




Per Zachariasen, framleiðari hjá blu:

- Tað var mín uppgáva at finna dómarar til sendingina, og vit hildu tað vera umráðandi at hava Blachmann við. Vit kenna Blachmann frá fyrr, hann er umráðandi, tí hann er so kontroversiellur.Tað er ein partur av spælinum, at mann sleppur at viðmerkja hvønn annan. Ikki altíð teir meina tað, men teir provokera. Mann skal ikki taka Blachmann so alvorligt altíð. Hann sigur tingini sum tey eru. Tí eru vit ótrúliga glað fyri at hann er við. Tað er DR eisini.