Favorittarnir sannførdu

Enn eitt gott umfar í hesum, tí besta Prix Føroyar nakrantíð, var um vikuskfitið. Favorittarnir Terji Rasmussen og Kristleif Zachariasen leiktu seg rættvíst víðari. Fleiri yvirraskilsi vóru tó, har av 70ara rokkurin hjá EGR2PLZ stóð fyri tí góða, meðan onkikanndiskuterast.altkann royndu at sjokera við síni framførslu, men kanska mest gjørdu tað við vánligum tónleiki

Kvøldið byrjaði væl við Kristleifi Zachariasen. Fram um hinar framførarnar hetta kvøldið so hevur Kristleif eitt ríkt tekstunivers, og tónleikurin snýr seg um at finna eina javnvág, har tekstirnir fáa lív, tó uttan at tónleikurin tekur yvir.
Og tað riggaði væl.
Sorgblíðu tekstirnir hjá Kristleif dansaðu ein vakran vals við lekkrum tónum við slidegittara, harmoniku, akkustiskum bassi og jazzutum trummum.
Hóast okkurt lag ikki var eins gott og hini, so átti Kristleif tey løgini, ið festu seg best eftir at kvøldið var av. Her hugsi eg um serliga ?Beyond the Sky? við vakra og fangandi niðurlagnum ?Little sunshine, my brothers? og lagið ?Yesterdays?.

Terji enn í Prix-form
Terji Rasmussen Band var stóri favoritturin hetta umfarinum. Terji er legenda innan føroyska tónleikaheimin, og var saman við Moirae fyrsti Prix-vinnarin.
Tað eru nú nøkur ár síðan, Terji veruliga var á toppinum, men áhoyrarnir hava tó ikki gloymt hann, og hevði hann flestar fjepparar í Mentanarhúsinum hetta kvøldið.
Terji hevur altíð verið ein av Føroya bestu framførarum, og tað var stuttligt at síggja hann aftur á pallinum. Stílurin minti um Moirae-dagarnar, men saman við framúrskarandi rútmunum hjá Rógva á Rógvu og Arnhold Ludvig bleiv tað meir funky.
Tað var ikki nakað nýtt ?Eros? ella ?Eg flýggji til tónleikin? millum løgini, og røddin hjá Terja hevur ljóða betur. Hóast tað so var hetta nakað tað besta, vit hava hoyrt frá Terja í fleiri ár.
Tað var ikki nakað beinleiðis nýtt, men hinvegin so var tað so hamrandi væl leikt og framførslan hjá Terja var so mikið góð, at fá mundu ivast í, um Terji ikki fór at koma víðari.

Sparkaðu nýtt lív í gamla rokkin
Næsti bólkurin EGR2PLZ er ein rættiliga nýggjur bólkur. Nógvir av leikarnum hava tó leikt saman í fleiri ár í bólkum sum Fluffy Toys og MC Hár. Teir spæla góðan gamlan bygdasligan rokk?n?roll. Tað er 70ara rokkur hjá bólkum sum Led Zeppelin og Deep Purple, ið er íblásturin hjá EGR2PLZ.
Summir sangir vóru rættiligir rokkarir, ið bygdu á feit gittarriff, meðan aðrir vóru seinir blueskendir sangir. Teir endurnýttu fleiri klassiskar rokk-klichéir bæði í ljóði og teksti. Sangirnir vóru um konufólk í høghælaðum skóm, stórar hjartasorgir og macho reyp. At virka trúligur og fáa nýtt lív í klichéirnar er trupult, men EGR2PLZ megnaðu tað til fulnar. Orkestrið spældi væl, har vóru nógvar góðar gittarsoloir, hammondorgulið ljóðaði væl og sangarin, Dagfinnur Joensen, gav seg heilt yvir til sangirnar.
Serliga var tað stuttligt, at síggja Dagfinn, ið annars virkaði rættiliga smæðin millum sangirnar, standa við feitum rokk?n?roll holdningi peikandi upp í luftina og skríggja: So put your money where your mouth is!
Kærleikin, ið limirnir ivaleyst hava til hetta slagi av tónleiki, var smittandi. Heldur enn at kroysta seg at fanga mótan, spældu teir tað, ið lá hjarta teirra nær, og er tað ein fyritreyt fyri at skapa góðan tónleik.

Tungir tónar frá øðrvísi ungdómum
Ein lambamaður, ið stóð við barrina, risti við høvdinum og segði: ?Tað er ungdómurin í Havn. Tey vita ikki, hvussu ein kalvi ella ein veðrur sær út. Heila lortið gongur runt og sniffar lím og roykir hassj.? Lambamaðurin hevði júst hoyrt bólkarnar, Synarchy og onkikanndiskuterast.altkann. Nú skal ikki nakað slatur íspinnast um nakran av bólkunum, men ikki slepst undan at tónarnir og framførslan var tílík, ið aldrin hevur vunnið serliga stóra viðurkenning úti á bygd.
Synarchy spældu myrkan og vreiðan trash. Teir høvdu eina sterka framførslu og fingu lív í fjepparaskaran, ið helt til framman fyri pallinum. Hóast tað so ljóðaðu teir ov nógv sum nógvur av tí trash-tónleiki, ið hevur verið hoyrt fyrr. Løgini vóru ov einsformað og ov lítið spennnandi.
Hinvegin so er Synarchy ein nýggjur bólkur, og har vóru partar, ið kunnu arbeiðast víðari við. Teir tóktust, sum teir tóku tónleikin í álvara, so um teir halda fram, so kemur ivaleyst meir áhugavert frá teimum.
Tónleikakollektivið onkikanndiskuterast.altkann, ið stavar frá Margarinfabrikkini, og verður leitt av Karl Anton Klein, var næst á pallin.
Tá teir trinu á pallin, stóð tú og spurdi: Hvat f... er hetta?
Tað minti mest um eitt slag av freak-showi. 12 mans førdir ann av einum málaðum villmanni, einum hipp-hopp sangara, Karl Anton, ið líkist mest einum skeggutum trølli úr Ringanna Harra, einum transvestitti við reyðum parykki og einum punkara.
Framførslan hjá teimum snúði seg fyrst og fremst um at forarga. Tá onkur brýtur mørk, so kitlar tað nú einaferð altíð í búkinum á óskikkiliga smádronginum innan í mær. Tí var stuttligt at síggja framførsluna, har limirnar bæði bardust og kneptu á pallinum.
Men um tað var stuttligt fyri eyga, so var tað ikki eins gott fyri oyra.
Hetta var greitt vánaligasta orkestrið leygarkvøldið. Bæði samanspælið var vánaligt, og sangarnir sungu pípandi falskt. Men hinvegin so løgdu teir kanska einki í, um tað ljóðaði illa.

Arni Zachariasen show
Bólkurin, ið skuldi enda kvøldið, var Braquet, ið vóru í finaluni í seinasta Prixnum. Styrkin tá var gittarleikarin, Arni Zachariassen, og tað er hann so avgjørt enn. Arni er stóra stjørnan í Braquet, og er nú blivin upp aftur betur!
Seinast eg hoyrdi Arna, helt eg hansara gittarspæl vera eitt sindur keðiligt. Eitt sindur ov nógv tekniskt reyp og ov lítið av kenslum. Men tað er broytt. Gittarspælið er enn tekniskt framúrskarandi, og nú er tað eisini ótrúliga lekkurt at hoyra.
Braquet hava eina dámliga atferð, sangarin riggar væl á pallinum og dugur væl við áhoyrarnum. Men hóast tað so hava Braquet eisini veikleikar. Sangarin hevur ov veika rødd til tónleikin. Orkestrið spældi ójavnt. Høvuðstrupulleikin er tó, at løgini eru heilt einfalt ov keðilig, samleikaleys og ov lítið sannførandi. Um Braquet vilja batna, mugu teir arbeiða víðari við hesum.

Buisness as usual
Tá vinnarnir skuldu kjósast, hoyrdist týðiliga á fólkinum í salinum, hvør var favorittur. Fólki róptu ?Terji! Terji!?
Og Terji varð eisini sum væntað fyrsti vinnarin.
Hvør hin vinnarin fór at vera var meir spennandi.
EGR2PLZ, Braquet og serliga Kristleif høvdu møguleikan. Tað endaði eisini við at Kristleif bleiv kosin.
Nú tá 8 bólkar eru komnir víðari, er vert at leggja merki til at í trimum teirra - Gogo Blues, hjá Terja og Kristleif - er rútmu-deildin Rógvi á Rógvu og Arnhold Ludvig.
So um tú ynskir at koma víðari, so tykist tað vera ein trygd at hava teir báðar við. Serliga hjá Terja gjørdu teir báðir góðan mun hetta umfarið. Spennandi verður um tað eisini verður nokk í semifinaluni.
Tað er í øllum vist, at dygdin á tónleikinum á Trongisvági verður góð.