Ferðavinna
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Cailean var so væl fyri, at hann var ikki heilt fremmandur, tá hann kom. Vikuna framman undan hevði hann nevniliga hitt føroyska ferðalagið, sum var á Isle of Skye 11-14. mai. Hann kom á tal við fleiri av føroyingunum. Hann hevði tí, áðrenn hann kom, fingið avtalur, sum gjørdu, at hann fekk fulla nyttu burtur úr teimum trimum døgunum, hann var í Føroyum.
Cailean rekur fyritøkuna Skye-Media, og hann ger sendingar fyri útvarp og sjónvarp á gæliskum máli, sum vit høvdu eina frásøgn um hósdagin í seinastu viku. Hann kemur aftur við einum upptøkuliði um ólavsøkutíðina, og tá skal hann taka upp ætlaðu sjónvarpssendingina, sum skal sendast í BBC. Víst verður sendingin á gæliskum, men hon verður tekstað á enskum, so øll kunnu fáa gleði av henni. Henda sending fer at leggja dent á list og mentan. Cailean hevur serligan áhuga fyri føroyskum dansi. Hann fekk eitt prát um hetta evni við Árna Dahl, sum eisini var við á Isle of Skye, og so fekk Cailean eina fløgu við dansi heim við sær, so hann lesa uppá til hann kemur aftur!
Cailean fekk nógv burturúr ferðini. Hann vitjaði á Sosialinum, har hann kundi síggja eitt framkomið miðlahús. Hann var eisini á vitjan hjá løgmanni, og fingu teir skift orð um viðurskiftini hjá báðum oyggjasamfeløgunum. Ein seinnapart var hann norðuri á Eiði og við Gjógv, og kundi á leiðini enntá upplivað vátakava, nú tað nærkast juni! Takkað verið síni sambond vitjaði Cailean eisini fleiri føroysk heim, og fekk hann harvið sæð, hvussu føroyingar búgva.
Vitjan á Smyril Line
Vitjað varð eisini á Smyril Line fyri at tosa um møguleikarnar fyri økta ferðafólkavitjan millum Føroyar og Skotland. Her hitti Cailean saman við umboð fyri Sosialin teir báðar Hendrik Egholm, sølu- og marknaðarleiðara og Jákup Sverra Kass, sum hevur ábyrgdina av marknaðarføringini av Smyril Line í Skotlandi.
Tað nýggja við ferðaætlanini hjá Norrønu í summar er, at tað verður møguligt at fara til Scrabster norðast í Skotland. Samband verður hvørja viku, soleiðis at aðru hvørja viku verður lagt at í Scrabster á leiðini til Bergen, og aðru hvørja ferð á leiðini úr Bergen til Føroyar. Byrjað verður at sigla hálvan juni, og siglt verður til hálvan august.
Samstundis verður sambandið til Hetlands skert frá 80 árligum atleggingum í Lerwick til 25.
Orsøkin til hesa broyting er, at tað er stórur munur á at fara beinleiðis til Skotlands heldur enn at ferðast um Hetland. Tað er tó positivt, at tað framhaldandi fer at vera møguligt at fara til Hetlands við Norrønu, serliga nú beinleiðis flogrutan varð niðurløgd.
Scrabster kann sigast at vera útjaðari norðast í Skotlandi við avmarkaðum ferðasambandi til restina av landinum. Hetta hevur tó ikki tann stóra týdningin, tí 90-95% av ferðafólkunum eru við bili, og tá snýr tað seg bert um fáar tímar at komast kann víða um í Skotlandi. Men hjá tí, sum hevur nóg mikið av tíð, kann tað eisini vera hugaligt og stórsligið at koyra við toki, sum koyrir frá Thurso beint við Scrabster til Inverness. Bussambandið í Skotlandi er eisini gott, so tað ber væl til at fara uttan bil, eisini til Isle of Skye.
Smyrl Line hevur gjørt nógv fyri at marknaðarføra hesa nýggju farleið í Føroyum, og her hevur gingist sum ætlað at fáa ferðafólk at fara til Skotlands. Tað eru nógv sum talar fyri ar fara til Skotlands at ferðast. Landið er stórsligið og forkunnungt. Tað er stutt at sigla, og sum kunnugt er nógv her, sum er bíligt. Tí er nógv at spara, um tað verður keypt nóg nógv!
Avbjóðingin at koma fólk úr Skotlandi higar
Tað, sum nú ræður um, er at fáa ferðafólk at koma úr Skotlandi hendan vegin. Tað er longu stórur áhugi hjá fólki í Europa, sum ætlar sær til Íslands at nýta hesa farleið. Hett er ikki minst galdandi fyri fransmenn, sum hava funnið útav, at skulu teir til Íslands við bili, er tað nógv skjótari at koyra upp gjøgnum Bretland og síðani at taka Norrønu. Á vegnum kunnu teir so fáa nakrar dagar í Føroyum.
Men fyri at fáa tey at støðga longri á í Føroyum krevjast ábøtur av ymiskum slag. Eitt øki, har bøtast kann um, er við møguleikanum fyri kamping. Smyril hevur tosað við eina bretska fyritøku um at hava eitt felags átak at fáa fólk við kampingvogni at koma bæði til Føroyar og Íslands. Men eftir at hava verið á staðnum komu teir til ta niðurstøðu, at hetta lat seg ikki gera, tí kampingmøguleikarnir eru so vánaligir hjá okkum, meðan teir eru góðir í Íslandi. Tí var eitt átak fyri bæði londini ikki møguligt. Eitt framstig er tó, at nú verður munandi bøtt um møguleikarnar fyri kamping við Gjógv.
Hetta kann so gera sína nyttu komandi ár. Men framvegis er brúk fyri betri kampingarmøguleikum í Havn.
Ein annar trupulleiki er sum Cailean vísti á, men hann er lættur at loysa hjá Smyril Line. Hesin er, at tað er ikki so heilt lætt á heimasíðuni hjá Smyril Line at finna, hvussu Norrøna siglir uppá Skotland, tí øll ferðaætlanin er í einum ”klumpi”, sum tað kann verða ringt frá ókunnugum at fáa skil á. Cailean heldur, at hetta kundi verið gjørt einfaldari, so tað eisini var ein ferðaætlan, sum bert var fyri Skotland. Hetta fóru teir á Smyril Line at taka til eftirtektar.
Cailean heldur, at tað eru nógvir møguleikar fyri at fáa ferðafólk at koma úr Bretlandi til Føroyar. Eitt dømi er tað stóra felagið av fuglaáhugaðum í Bretlandi. Her kundu uttan iva verið mong, sum høvdu áhuga fyri eini »fuglaferð« til Føroyar. Eitt dømi er heimsins størsta koloni av drunnhvíta í Nólsoy. Her er ikki at forgloyma fuglafrøðingin Jens-Kjeld Jensen, sum kann vera ein partur av hesum átaki.
Kunnu fáa nyttu burtur úr Cailean
Takkað verið sínum arbeiði kann Cailean koma at gera eitt arbeiði bæði alment og gjøgnum tey samband, hann hevur, fyri at kunna um Føroyar og møguleikarnar at koma higar. Ferðamøguleikarnir eru sera góðir bæði við Atlantic Airways og Norrønu.
Ætlaða sjónvarpssendingin hjá Cailean fer uttan iva at styrkja hendan áhugan. Nú ræður bert um, at ferðafólkavinnan í Føroyum er til reiðar at taka við hesi avbjóðing.
Vit hava frætt frá Cailean, síðan hann kom heim aftur. Hann takkar so hjartaliga fyri tað hjálpsemi hann møtti dagarnar í Føroyum, og hann hevur longu gjørt fyrsta arbeiðið at dugna Smyril-Line í Skotlandi.