Eksperimenterandi, fólksligur Dánjal

Dánjal á Neystabø gav fyri góðum mánaða síðani út fólkadebutfløguna The Palace, sum ummælarin Sunneva H. Eysturstein her gevur sín dóm til

5 av 6 stjørnum

 

FLØGU UMMÆLI

Sunneva H. Eysturstein

Sunneva@sosialurin.fo

 

 

Eitt spennandi tónleikaslag er byrjað at taka seg fram her á klettunum. Eitt slag av eksperi­menterandi, lyriskum fólkatón­leiki, sum inniheldur eina rúgvu av tvistum og stuttligari fyllu. Ein av teimum fáu, ið higartil hevur vágað sær út á hesa tón­listaleiðina, er Dánjal á Neysta­bø. Og tað er ikki heilt av leið at siga, at Dánjal veruliga er í sín­um rætta elementi á hesari leiðini. Hetta verður nevniliga staðfest væl og virðiliga á debut­fløguni hjá honum, The Palace, ið kom út um miðjan november. Hann vísir við henni sítt stóra tónlistarligt potentiali, og hansara raddar- og klaverdygdir blíva ordiliga útfoldaðar.

 

Manningin

Dánjal hevur valt sær eitt gott og stórt úrval av tónleikarum at hava við á útrgávuni. Dánjal sjálvur hevur framleitt fløguna, syngur, spælir klaver, pumpiorgul og klokkuspæl og hevur harum­framt eisini arrangerað hana sam­an við Afenginn oddamann­inum Kim Nyberg, sum eisini spælir mandolin. Á violin hevur hann Angeliku Nielsen; Anniku Jessen á Klarinet, Stephan Sieben á gittara, Erik Olevik á bass og Ulrik Brohuus á trummur og percussion.

Gestatónleikarar eru Sidse Holte, sum syngur á »Down in a Hole«, »The Palace«, »Tower of Babylon« og »Show me Sorrow«, harav tvey tey síðst­nevndu eisini eru gestað av marimbaspælar­an­um hjá sjálvum Tom Waits, Bent Clausen. Afturat øllum hesum eru tvær kvartettir, sum gera sítt á nøkrum løgum, og alt í alt blívur hetta ein gigantisk kompositión við smekkfult av detaljum, ið Dánjal og Kim rættiliga meistara­liga hava fingið til at hanga saman.

Tónlistamaðurin, framleiðarin og Orka íverksetarin Jens L. Thomsen hevur miksað fløguna.

 

Løgini í sjálvum sær

Tónleikurin er søgusigandi og rútmiskur. Skal eg nevna tón­list­arligan íblástur, komi eg beint inn á nøvn sum Kaizers Orch­estra, Afenginn, Tom Waits, Leonard Cohen og Budam. Bara í sínum egna hami.

Tekstirnir liggja væl í rútmuni, taktirnar eru skiftandi og lívligar, og røddin hjá Dánjal liggur merk­verduga væl til tónleikin. Hann hevur eina sovorðna fleksibla rødd, sum kann fara frá at vera intim og vøkur til at blása seg fult upp og blíva ógvuslig og øgiliga skjóttgangandi. Serliga løgini »The Big Wheel Keeper«, »The Enemy« og »The Palace« vísa akkurát handan harða og autentiska Dánjal, sum hevur eina rúgvu at siga frá og ger tað av øllum hjarta.

So hava vit eisini friðarligu balladurnar: Leonard Cohen inspireraðu »Tower of Babylon«; sýruta klovnalagið og mín persón­liga favoritt »Show me Sorrow«; »Our Song«, sum skerir seg rættiliga nógv burturúr restini av fløguni og koyrir bara við intens­um klaverspæli og Dánjalsa feitu, hjartanemandi rødd a la Willie Nelson; og síðst men ikki minst vakra vøgguvísusliga lagið »Gylta«, sum er um dóttir Dánj­al. »Gylta« er fylgt av skjótt pumpandi karneval lagnum »Hep«, sum koyrir avstað við øllum tí fólksliga balkan kryddi­num, tú kanst ynskja tær. Lagið »Down in a Hole« skerir seg eisini rættiliga nógv burturúr rúgvuni við tað, at tað koyrir uppá eina feita, seina soul klapp-og-stompa-fótin rútmu og hevur nakrar væl umhugsaðar dishar­moniir. Trý løg, »Drunken Tango«, »Leaving the Palace« og »Longsul«, eru heilt instrumental og siga í sær sjálvum frá einari søgu ígjøgnum tey væl saman­spældu ljóðførini.

Eg havi nevnt tvey løg, sum skilja seg burturúr, tí tey eru egin uppá ein ella annan hátt. Men tá eg hugsi um tað nú, havi eg faktiskt hug til at siga tað um øll løgini. Tí tey koyra í hvør sínari gongd; hvør sínum huglagi, tempo, rútmu og stíli. Tað er nokso kul. Og við tað meini eg flott av Dánjal og bólki hansara at hava skapt so góðan diversitet í tónleikin. Tað eru ikki nógv, sum duga tað væl, men tað vil eg avgjørt siga, at Dánjal og bólkur hansara duga. Dánjal hevur sjálvur sagt, at hann vil helst, at tey, ið hann arbeiðir saman við, skulu kunna sveitta eitt sindur av blóði, tí tað merkist aftur í tón­leikinum. Og tað ger tað eisini heilt avgjørt. Eg merki í hvussu er væl, at nógvir svøvnleysir og bløðandi tímar liggja aftanfyri hesa vøruna, og tað ger tað heila eitt gott vet betri nøktandi at lurta eftir.

 

Eitt lítið ummælara síðuspor...

Eg var so heppin at vera í Dan­mark fyri næstan tveimum vikum síðani, tá Dánjal og bólkurin høvdu útgávukonsert har í Ment­anarhúsinum á íslendsku bryggj­uni í Keypmannahavn. Eg sat og dyrkaði, hvussu væl tilrættis øll tóktust at kenna seg har uppi á pallinum. Tað fekk eisini meg at kenna meg væl tilrættis, og hend­an løtan var generelt bara ordi­liga hugnalig. Hon gav mær á ein ella annan hátt betri innlit í fram­førandi heimin hjá Dánjal og setti líkasum undirstriku við ta ævintýrakensluna, eg fekk av fløguni.

Konsertin var einki minni enn frálíka undirhaldandi. Tað var ókeypis atgongd, men um hon so hevði kostað mær fleiri hundrað krónur, hevði hon verið allar pengarnar verd.

 

Persónligur karakterur

Eg havi roynt at funni nakrar veikleikar við hesari fløguni, men tað er eitt sindur torført, tí hetta er so ræðuliga persónligur og egin tónleikur kompositións­liga sæð. Og hvussu setir man karakter á tað? Hvørjum skal eg seta tað upp ímóti? Eg kann bara fylgja mínum egna, persónliga sansi og út frá tí siga, hvat eg haldi. Tí í hesum føri er tað heilt og fult upp til ein sjálvan at av­­gerða, um fløgan appelerar til eins smag ella ikki. Tekniskt og fagliga er hon framúr, og tað einasta, sum er eftir, er at meta um tað sjálvur.

Mín persónliga meting er, at The Palace er ein ordiliga, ordi­liga góð fløga. Hon er spennandi, áhugaverd, innihaldsrík, varier­andi, hugtakandi og alt í senn. Eitt sindur sum at traðka inn í eitt ævintýr og bara lata seg ríva við frá enda í annan. Hon riggar bæði afturvið døgurðanum, sum bakgrundstónleikur, sum veitslu­kveikjari og hugnaleggjari. Og tað er ikki heilt at forsmáa. Men ein trupulleiki við debutfløgum er, at tað kann vera vandamikið at geva ov høgan karakter, bæði tí at ein hevur einki tilfar framm­anundan frá artistinum at seta hetta tilfarið upp ímóti. Men tað kann eisini føra til, at artisturin blívur ov fullur av sær sjálvum og gloymir at útvikla seg víðari frá hesum produktinum, tá hann skal til at gera nýtt tilfar. Hevði eg verið ein ordiliga skeptiskur ummælari, hevði eg nokk ikki farið upp um fýra út av seks, bara tí at tað er ein debut. Men eg velji at bara vera eitt sindur skeptisk og líta á Dánjal, at hann er somikið royndur á listarliga pallinum eftirhondini og ikki fer at stara seg blindan í dyrkan av hesari útgávuni. Tí kennir ein hann rætt, er hann netupp tann, sum útviklar seg – og tað skjótt. So, Dánjal, fimm stjørnur her frá mær. Vóni at kunna fara enn eitt stig upp næstu ferð; út frá hesari útgávuni kann eg í grundini bara gleða meg til tað.