Vatnið er dálkað í Havn, á Argjum og í Nólsoy

Bakteriar eru staðfestar í drekkivatninum í Nólsoy. Vit mæla tí til at kóka vatnið, skrivar Tórshavnar býráð

Bakteriur eru somuleiðis staðfestar í drekkivatninum úr Havnardali. Mælt verður til at kóka vatnið haðani. Kókitilmælið er sostatt galdandi fyri Nólsoy og fyri partar av Argjum, vesturbýnum og miðbýnum.

 

Á kortinum niðanfyri sæst, hvar kókitilmælið er galdandi:

 

##med2##

 

Fylgið annars við her: Drekkivatnsstøðan í løtuni