Putin klárur at hitta Zelensky á egnum heimavølli

Putin endurtekur, at hann er ímóti, at Ukraina gerst limur í NATO, men viðurkennir rættin at velja trygdarváttanir.

Russiski forsetin, Vladimir Putin, sigur, at hann er til reiðar at hitta sín ukrainska starvsbróður, um hann kemur til Moskva. - Mynd: Maxim Shemetov

Russiski forsetin, Vladimir Putin, er til reiðar at hitta sín ukrainska starvsbróður, Volodymyr Zelensky, um hann kemur til russiska høvuðsstaðin, Moskva.

Sambært Reuters segði Putin hetta í dag á einum tíðindafundi í kinesiska høvuðsstaðnum Beijing í kjalarvørrinum á stórari kinesiskari hernaðarskrúðgongu, har norðurkoreanski leiðarin Kim Jong-un eisini luttók.

Zelensky hevur fleiri ferðir lýst seg til reiðar at hitta Putin, og í august legði russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, dent á, at Putin eisini er opin fyri einum fundi millum teir báðar.

Á tíðindafundinum endurtók Putin eisini, at hann er ímóti NATO-limaskapi fyri Ukraina, men leggur dent á, at øll lond kunnu velja sínar egnu trygdarváttanir.

Og hann heldur, at tað er "ljós við tunnilsmunnan" í mun til at enda ósemjuna í Ukraina, um "sunna fornuftið" sigrar.

Um ikki, skal ósemjan loysast hernaðarliga, sigur Putin sambært tíðindastovuni.

Russiski forsetin segði eisini, at "um neyðugt" er hann til reiðar at hækka støðið á sínum semingsmonnum í samráðingunum við Ukraina, men legði dent á sítt nøgdsemi við núverandi sendinevndina við Kreml-ráðgevanum Vladimir Medinsky á odda.

Zelensky hevur áður funnist at Russlandi fyri at senda sendiharrar á lágum støði, sum ikki høvdu mandat at taka avgerðir á fundum millum Russland og Ukraina.

Putin brúkti eisini tíðindafundin í dag til at vísa frá sær ábendingarnar hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, í einum uppslagi á sosialu miðlasíðuni Truth Social um, at Russland saman við Norðurkorea og Kina ger konspiratiónir móti USA.

Trump hevur “humor”, segði Putin um uppslagið hjá Truth Social í gjar, har Trump eisini legði dent á síni vónbrot av Putin.

 

Ritzau/Reuters

 

Russiski forsetin, Vladimir Putin, sigur, at hann er til reiðar at hitta sín ukrainska starvsbróður, um hann kemur til Moskva. - Mynd: Maxim Shemetov