Fýra mans sita í yvirlivilsisdraktum umborð á Havrenningi slakar 20 fjórðingar úr Hetlandi. Tað er bølaniða og nógvur vindur. John Erik Frederiksberg, Fróði Waag, Símun Esmar Vágsá og Livar Nysted sita allir fýra og umhugsa støðuna, sum nú er íkomin.
- Avtalan, áðrenn vit fóru avstað, var, at um vit noyddust í yvirlivilsisdraktirnar, og vindurin fór upp um 15 metrar um sekundið, skuldu vit gevast, siga teir báðir John Erik og Fróði, sum Sosialurin hevur sett stevni.
Teir sita í draktunum náttina yvir og royna sum frægast at andøva. Móti morgni batnar veðrið munandi, og teir fara úr aftur draktunum og setast aftur at rógva. Tveir mans rógva og tveir hvíla. Sætta hvønn tíma samskifta teir við MRCC støðina í Føroyum, og nú er aftur tíð at seta seg í samband við støðina.
- Vit søgdu tað sama hvørjaferð. Allir hava tað gott, tað gongur seint, men alt gongur væl. Tá vit so tosaðu við MRCC hendan morgunin, segði eg, at tað var sjaskut. Teir spurdu beinanvegin, um teir skuldu senda bát ímóti okkum, greiðir Fróði frá.
Um hetta mundið eru teir fýra føroyingarnir staddir 18 fjórðingar úr landi.
- Tað mundi ikki ganga nógv meira enn fimm minuttir, frá tí at Fróði hevði tosað við MRCC, inntil vit sóu tyrluna frá Shetland Coastguard uppi yvir okkum, sigur John Erik.
Teir høvdu alla neyðuga útgerð umborð, og teir hoyrdu samskiftið, sum gekk fyri seg millum tyrluna og Shetland Coastguard. Teir hoyrdu sostatt, at tyrlan leitaði eftir teimum. Og bátur var eisini á veg út ímóti teimum.
- Vit settu okkum so í samband við teir og spurdu, hvat hetta gekk út uppá, tí um hetta mundið høvdu vit ikki sagt nakað um, at vit ætlaðu at gevast. Bara nevnt, at tað var nakað sjaskut í sjónum, greiðir Fróði brosandi frá.
Svarið teir fingu var, at tey vildu bjóða teimum eitt sleip. Tyrlumanningin fráráddi teimum at rógva longri, tí veðrið fór at versna aftur.
Tung avgerð
Við konum og børnum í huga tóku teir avgerðina saman um at gevast við royndini.
- Tað var ein forferdilig avgerð, sigur John Erik og heldur fram, at hann fór eina løtu fram í bátin at hugsa um hetta.
- Tá stóð nógv á mær, kann eg gott viðganga, tí tað var óluksáliga hart at gevast so nær við, sigur hann .
Fróði heldur fram, at avgerðin var einmælt samtykt, hóast tann eini av teimum eina løtu hevði hug at halda fram.
- Tú gevst ikki, tá tú sært land, tí tú ikki tímir, sigur hann avgjørdur á málinum.
John Erik sigur, at hann hugsaði nógv um, hvat fólk mundu fara at siga, at teir góvust so stutt frá málinum, men hann leggur dent á, at ikki eitt øvugt orð er fallið um tað.
- Vit hava bara fingið jalig orð, síðani vit komu aftur, og tað hevur fløvað, siga teir báðir.
Sjálvsøkið
Teir báðir rógvararnir skava ikki út yvir, at tað var sjálvsøkið av teimum at gera ein slíkan túr.
- Tað er ikki konu og børn, tú fyrst og fremst hugsar um, og sætt í bakspegilin í dag duga vit væl at síggja, hvussu torført tað hevur verið hjá teimum heima, meðan vit hava fyrireikað hendan túrin og ikki minst, meðan vit vóru burtur.
Men báðir siga teir eisini, at konurnar helst hava vitað tað frá byrjan av, at tá teir høvdu sett sær hetta fyri, so fór tað eisini at verða. Prátið um hetta bragdið byrjaði av álvara í 2001, tá Nevið Reyða vann føroyameistaraheitið. Tann manningin tosaði nógv um at rógva til Hetlands tá, og tað vóru eisini fleiri av teimum, sum gjørdu eina roynd fyri tveimum árum síðani við Norðoyingi. Tann royndin eydnaðist ikki so væl. Fyrst og fremst tí tað var liðið alt ov langt út á ári, og eisini tí teir vóru alt ov nógvir mans umborð.
- Kona mín visti longu tá eg segði tað fyri henni í 2001, at har var onki at gera. Hon risti bara við høvdinum, minnist John Erik afturá.
- Vit gjørdu jú ímóti viljanum hjá teimum, sum vit eru góðir við. Og vit hugsaði ikki mest um familjuna, má eg siga, heldur Fróði.
- Men tað var jú kortini familjan, sum vísti seg at vera høvuðsorsøkin til, at vit góvust, skoytir John Erik álvarsamur uppí.
Mest ekstrema
Bæði John Erik og Fróði eru samdir um, at rógvingin til Hetlands er tað mest ekstrema, sum teir báðir nakrantíð hava gjørt. Nógvar grensur vórðu fluttar, og menninir funnu útav, hvussu langt tolsemi hjá teimum kann røkka.
- Longu aftan á tveir dagar kundi eg lippa og hugsa, hvat fanin havi eg gjørt? Sat har í vátum klæðum, ongan svøvn, keðiligt veður, mótvind í eina heila viku, somu menn og so framvegis. Tá skal eg blankt viðganga, at var ein fylgibátur við okkum, so hevði eg lopið í hann, greiðir Fróði frá. John Erik nikkar og byrjar at hugleiða um bragdið, sum Ovi Joensen, sáli, framdi fyri skjótt 20 árum síðani.
- Tað vóru trý fólk, eg hugsaði um í bátinum. Konu mína, sonin og Ova. Hann var einsamallur í 42 samdøgur á víðopnum havi. Vit høvdu hóast alt hvønnannan at styðja okkum til, og vit lyftu hvønnannan upp, tá ein hevði niðurtúr. Men hvør mundi gera tað fyri Ova, spyr John Erik hugsunarsamur. Fróði leggur afturat, at túrurin til Hetlands hevur gjørt, at teir betur duga at ímyndað sær, hvussu ekstremt bragdið hjá Ova í veruleikanum var.
Teinurin er rógvin
Teir báðir, Fróði og John Erik, fara ikki at royna aftur at rógva til Hetlands. Sum teir síggja tað, hava teir róð teinin.
- Eg fari so ikki at rógva 180 fjórðingar aftur fyri at klára 18, slær hann fast, men leggur tó afturat, at hann vónaði innast inni, at teir fóru at klára tað, tí sonurin helt tað vera so spennandi, at pápin fór at royna at rógva til Hetlands.
Á borðinum framman fyri Fróða og John Erik liggur eitt lítið flagg. Bláur dúkur og hvítur krossur. Tað hetlendska flaggið, sum teir skuldu brúka, tá teir komu til Hetlands við Havrenningi.
- Tað var lort, at vit ikki fingu hatta flaggið upp, ha? spyr John Erik og hyggur upp á Fróða. Hann nikkar og smílist.
Teir fýra eru:
Fróði Waag úr Klaksvík, 30 ára gamal og lesandi. Giftur við Rósu, og tey eiga Mariu, sum fyllir tvey ár í næsta mánaði.
John Erik Frederiksberg úr Klaksvík, 34 ára gamal og sjómaður. Giftur við Doru og tey eiga Andrias, sum er tíggju ára gamal.
Livar Nysted úr Hvannasundi, 34 ára gamal og arbeiðir á Føroya Bjór. Giftur við Svannu og tey eiga fýra børn: Jóna fimtan ár, Joan seks ár, Tóra fýra ár og átta mánaðar gomlu Ronju.
Símun Esmar Vágsá úr Klaksvík, 29 ára gamal og sjómaður.










