»Eg elski at vera á pallinum«

 Tað var heilt ræðuligt. Tilsamans eru eini 70 fólk knýtt at leikinum, og so skuldi eg bara standa har og syngja frammanfyri øllum. Eg mundi doyð!, sigur Barbara Hentze í Stórustovu um fyrstu ferðina, tá ið hon skuldi syngja á palli. Barbara spælir Ronja Ránsmansdóttir, og nú stórtrívist hon á pallinum

Tað regnar av grimd hetta kvøldið, tá eg skal hitta Barbaru á Gallarí Jinx. Onkrir bilar standa við vegkantin, men annars er púra deytt í miðbýnum. Tað er kanska heldur ikki so løgið, tí vikuskiftið er komið nær endanum hetta regnváta sunnukvøldið.
Barbara bíðar longu eftir mær. Hon er júst komin frá 12. sýningini av leikinum um Ronju Ránsmansdóttir, har hon hevur høvuðsleiklutin sum Ronja.
Tann einans 16 ára gamla havnargentan hevur havt nógv at gera seinastu tíðina. Atgongumerkini til leikin um ránsmansgentuna ganga sum heitt breyð, og nærum útselt hevur verið til hvørja sýning.
Sjálv byrjaði Barbara at venja til leikin einaferð í september mánaða, og síðani tá hevur sjónleikur fylt ein stóran part av gerandisdegnum hjá ungu skúlagentuni, sum komandi summar verður liðug við 10. flokk á Eysturskúlanum.

Elskar at vera á pallinum
 Vinfólkini grenja eitt sindur um, at tey bara síggja meg í bløðunum fyri tíðina; onkur av teimum kalla meg enntá Ronja! Men eg havi verið so forbankað upptikin av sjónleikinum, at tað er ringt at finna tíð til nakað annað, sigur Barbara, tá eg seti meg niður við blokkinum. Hon smílist eitt lítið skálkabros, tí hóast næstan øll frítíðin verður nýtt á pallinum, so hugnar hon sær.
 Tað er stuttligt at spæla sjónleik, og eg elski at vera á pallinum. Men nú byrji eg eisini at gleða meg til aftur at hava frí um kvøldarnar, fortelur hon.
Í løtuni er hon í starvsvenjing á Tjóðpalli Føroya, og tað er kanska gott. Tí so kann hon brúka dagarnar, sum annars høvdu verið merktir av vanligari skúlagongd, til leikin um Ronju Ránsmansdóttir.
 Man kann næstan siga, at sjónleikurin er blivin mín starvsvenjing. Men tað passar mær fínt. Og eg sleppi jú eisini at royna onkur onnur ting; til dømis skal eg í morgin á vitjan í Kringvarpinum, og tað gleði eg meg ordiliga nógv til. Tað verður heilt sikkurt spennandi at síggja, hvussu fólkini arbeiða har, heldur hon.

Vildi gerast løgreglukvinna
Tað er tó ikki miðlarnir, ið draga Barbaru til sín. Í summar verður hon liðug við 10. flokk, og so er framtíðardreymurin at sleppa inn á onkran sjónleikaraskúla uttanlands.
 Eg vil ordiliga gjarna verða sjónleikari, men tað ber illa til at liva bara av tí í Føroyum. So allarfyrst ætli eg mær í Hoydalar at fáa eitt studentsprógv, so eg eisini kann fáa onkra aðra útbúgving, sigur hon.
Men sum so nógv onnur ung, so hevur Barbara ikki enn avgjørt júst hvørja útbúgving, hon skal velja sær. Sum smágenta plagdi hon tó at droyma um at gerast løgreglukvinna.
 Eg veit ikki, hví tað akkurát var løgreglukvinna, eg vildi verða. Kanska, tí at tað virkaði kul og spennandi. Men í dag veit eg slett ikki, hvar eg fari at enda. Vit taka tað bara, sum tað kemur, heldur hon.

GBOB og poppur
Tá Barbara ikki spælir sjónleik dámar henni best at brúka frítíðina saman við vinfólkunum. Men eisini tónleikur fyllir nógv í hennara lívið, og nøvn sum Avril Lavigne og Westlife liggja ofta í fløguspælaranum heima við hús.
Sum onkur kanska longu hevur gitt, so er Barbara systir Elina, kendu vertinnuna í útvarpssendingini Zip, og tað kemur ofta væl við hjá henni.
 Elin eigur altíð tað nýggjasta nýggja innan tónleik, so eg plagi at sníkja meg oman til hennara at stjala onkrar fløgur viðhvørt. Tíbetur lurta vit báðar eftir sama slag av tónleiki, flennir Barbara.
Hon roynir eisini at fylgja við í tí føroyaska tónleikaheiminum, og seinasta vikuskiftið var hon í Fuglafirði til GBOB-kappingina. Hetta gjørdist tó ein heldur øðrvísi túrur, tí unga havnargentan er vorðin eitt kent andlit millum fólk.
 Tað var ordiliga løgið. Eg fór bara fyri at lurta eftir tónleikinum, men næstan øll kendu meg. Onkur byrjaði enntá at syngja sangir frá leikinum um Ronju, greiðir hon frá og leggur dent á, at hetta bara var heilt stuttligt.

Nógvar nervar
Tá Sosialurin hitti Barbaru hevði leikurin um Ronju Ránsmansdóttir verið spældur 12 ferðir, og enn eru nakrar sýningar eftir á skránni. Hetta er tó ikki fyrstu ferð, at Barbara er við í einum sjónleiki, so hon hevur næstan vant seg við at vera upptikin fleiri kvøld um vikuna.
Alt hetta við sjónleiki byrjaði tó veruliga fyri umleið fimm árum síðani, tá hon meir ella minni av tilvild fór inn á Dramaverkstaðið í Havn.
 Eitt systkinabarn hjá mær gekk har, og tann eina dagin lokkaði hann meg so við. Mær dámdi ordiliga væl, og síðani tá havi eg bara verið hangandi, fortelur hon.
Áhugin fyri sjónleiki hevur tó altíð verið til staðar. Omma Barbaru, Magna í Stórustovu, spældi eisini sjónleik, so tað liggur kanska til familjuna.
Og Barbara var heldur ikki sein at siga ja, tá stjórin á Tjóðpalli Føroya, Jenny Petersen, ringdi til hennara um høvuðsleiklutin sum Ronju. Jenny kendi Barbaru frá onkrum øðrum leiki, sum hon hevði verið við til at framført; men hetta var so fyrstu ferð, at hon skuldi syngja á einum palli.
 Tað var heilt ræðuligt. Tilsamans eru eini 70 fólk knýtt at leikinum, og so skuldi eg bara standa har og syngja frammanfyri øllum. Eg mundi doyð!, flennir Barbara.
Higartil hevur alt tó gingið framúr væl, og enn er Barbara ikki vorðin troytt av at spæla fyri fullum sali nærum hvørt kvøld. Nervarnar hevur hon heldur ikki longur:
 Á pallinum eri eg bara Ronja!, slær hon fæst.



- - - -

Tað heldur Barbara um:
Tónleik: Tað er gott at hava! Eg lurti altíð eftir tónleiki; serliga, tá ið eg siti við telduna
Politikk: Huff& Tí havi eg ikki serligan áhuga fyri. Eg hyggi kanska í sjónvarpinum, tá val og sórit er - men annars fylgi eg slettis ikki við!
Sjónleik: Tað er stuttligt! Mær dámar væl at fara til sjónleik, og so spæli eg jú eisini sjálv. Eg hyggi næstan altíð, tá onkur sjónleikur verður spældur í Havn.
Móta: Eg eri ikki tann, ið fylgi allarbest við í mótanum  men eg royni alíkavæl eitt sindur
Skúlan: Hmm... Eysturskúlin; har havi eg jú verið rættiliga leingi. Heilt erligt, so tími eg ikki serliga væl at ganga í skúla. Men tað skal jú gerast, og faktiskt er skúlin fínasta slag..


- - -


5 skjótir til Barbaru:
Hvør er besti sjónleikari nakrantíð?: EG!!! ;) Nei, tvætl. Hetta er ringt. Har eru so ótrúliga nógvir góðir sjónleikarar. Tað kemur eisini anuppá, hvat teir spæla. Eg veit slett ikki, hvønn eg skal velja, so eg velji bara ongan..
Hvør er besta fløgan nakrantíð?: Hmm.. Hetta er eisini ringt.. Men beint nú lurti eg mest eftir nýggju fløguni hjá Westlife, har teir bestu sangirnir eru savnaðir á einari fløgu. Eitt sindur gentusligt, men fínasta slag.
Hvør er besti filmur nakrantíð?: Ok. Hetta var lættari. Besti filmurin, eg nakrantíð havi sæð, er A Walk to Remember, har Mandy Moore spælir við.
Hvør er tín yndislitur?: Tað hevur altíð verið grønt hjá mær. Men seinastu tíðina eri eg farin eitt sindur yvir í blátt eisini
Hvør er tín yndisrættur?: Tað má helst verða okkurt, sum er lætt at gera! Sórit sum pasta og lasagnu. Tað dámar mær væl