Í amerikonskum filmum fær løgreglan ofta skotið í skógvarnar, at teir ikki duga annað enn at fylla seg við doughnuts. Vit vita sjálvandi, at tað ikki er sannleikin, men vit vita ikki, hvussu ein dagur hjá einum løgreglumanni í Føroyum kann ganga. Undirritaði slapp at fylgja løgregluni, og valdi at fylgja við, hvussu tað kann gangast eini vakt, ein vanligan hósdag.
Vaktin byrjar kl. 7 á morgni, og møtast skal rættstundis. Tá ið eg komi á støðina, eru løgreglumenninir, sum eg skal fylgja, longu klárir og onkur longu farin út at keypa morgunmat. Á vaktini hendan morgunin eru, Tóri Midjorð, Eyðun Dalsgaard, og Jákup Martin Joensen, og Rani Wardum er vakthavandi. Hendan dagin er teirra uppgáva at vera gøtuløgregla. Annars skifta teir ímillum ferðsluløgregluna og ordens.
Men áðrenn morgunmaturin er klárur, skal dagsins fyrsta uppgáva avgreiðast. Vaktin í gjárkvøldið handtók ein mann, ið gekk fullur í gøtunum og gjørdi heldur nógv um seg. Nú hevur hann sovið rúsin av sær og kann sleppa útaftur. Jákup Martin og Tóri, ið lata mannin leysan aftur, greiða frá, at hann tíverri er ein gamal kenningur hjá løgregluni. Ein av teimum umleið 10 persónunum, ið alt ov ofta eru inni á støðini og sova rúsin av, og eru teir ikki á støðini, gista teir antin úti á gøtuni ella á Herberginum hjá Frelsunarherinum.
Friðarligt
Tá maðurin er latin úr varðhaldinum, er morgunmaturin klárur, men gleðin er stokkut. Sera hált er hendan morgunin og vakthavandi boðar frá, at eitt ferðsluóhapp er inni á Sundi. Jákup Martin býður seg fram at koyra inn á Sund at fáa greiðu á, hvat er hent. Tíbetur hevur óhappið ikki nógv uppá seg, bilarnir hava fingið lítlan skaða. So skjótt er at avgreiða støðuna. Tað sum løgreglan ger á staðnum, er at fáa eina frágreiðing frá báðum pørtum um, hvussu óhappið er hent og meta um bilarnir eru í nóg góðum standi at koyra víðari. Eftir hvørt útkall skal ein frágreiðing skrivast og hetta er einki undantak. So er tað upp til tryggingina at meta um, hvør hevur feilin.
Sjálvt um tað ber brá av at tað fer at vera úr at gera, so er morgunin sera friðaligur. Eingin ringir inn og meldar nakað. Tí er neyðugt at gera nakað av uppsøkjandi løgregluarbeiði.
Eg fari við Eyðuni og Jákup Martini til Kollafjaðrar at gera ferðkanningar, men til alla lukku fyri teir, ið koyra ov skjótt hendan dagin, liggur illa fyri at fanga ferðsyndararnar. Lasarin er í brúki aðrastaðni í landinum. So teir noyðast at nýta police pilotin. Men ov nógvur kavi ger, at ikki ber til at síggja merkini fram við vegnum, sum løgreglan er merkt upp. Men hóast tað sleppa bilførararnir ikki undan at verða kannaðir. Vit fara ístaðin aftur til Havnar at gera grein 13 kanningar.
Bilarnir í góðum standi
Í meðan vit koyra ber til at fáa eitt prát við løgreglumenninar. Eg koyri mest saman við Jákup Martini og Eyðuni, ið eru í yngra endanum á løgreglustøðini. Um ein skal blíva løgreglumaður, skal ein niður til Danmarkar í skúla í 3 ár. Tíðin niðri er tann besta vit hava havt, siga báðir við ein munn. Báðir trívast væl í arbeiðinum, og sjálvt um viðurskiftini eru smá í Føroyum, so eru teir enn slopnir undan at hava við fólk at gera, sum teir eru í familju við.
- Eg havi tikið onkran fyri rúsdrekkakoyring, sum eg kenni. Men tað kann eg ikki taka mær av, eg geri bara mítt arbeiði, vísi gott andlit úteftir og eri eg sjálvur, sigur Jákup Martin.
- Eingin dagur er líka, og ein veit ongantíð, hvat ein verður sendur út til. Tað kann verða alt frá húsófriði til hundar, ið ganga leysir.
Prátið kemur eisini inn bilarnar. Kanningin hendan dagin, Sosialurin er við, vísir, at bilarnir eru í góðum standi. Bara tveir av fjøruti bilum fáa bót. Og Eyðun kann taka undir við, at bilførararnir koyra í góðum bilum. Tað man koma av, at so nógvir nýggir bilar eru á vegunum nú. Tað, ið fólk fáa mest bót fyri, er gloymd koyrikort og at koyra uttan at sita í trygdarbelti.
At løgreglan gongur høgt uppí, at hetta verður fylgt, serliga tá ið børn eru við, er sjón fyri søgn. Vit steðga tveimum bilum sum vit møta, og venda við aftur, har løgreglumenninir leggja til merkis, at smábørnini ikki eru spent føst.
- Tað er eitt tað ringasta eg síggi, tá ið foreldrini ikki spenna børnini hjá sær føst, sigur Jákup Martin.
Sami maður tikin aftur
Umframt óhappið á Sundi og grein 13 kanningina, eru onkrar smáar uppgávur, onkur nummarpláta skal takast, og eisini stevning fyri rættin skal berast út til rætta viðkomandi.
Meðan vit koyra niðri í miðbýnum, koma vit framvið okkara kennig frá morgunstundini av. Hann sær út til at hava fingið ivaleyst at drekka aftur, so vit steðga at práta við hann. Tað vísir seg skjótt at so er, hann stendur og stiðjar seg upp ímóti einum garði. Annar av løgreglumonnunum fer út at tosa við hann, og ger av, at tað man vera best at taka hann í bilin. Fyrst er ætlanin at taka mannin við á støðina, men tað er hann ikki so glaður fyri. Roynt verður so at fáa hann inn á Herbergið, men av tí, at maðurin kann gera í so nógv til tíðir, umframt at bert ein kona er á Herberginum við fleiri fólkum, sleppur hann ikki inn. Tískil eru einastu ráðini at taka mannin við á støðina at sova rúsin av sær. Maðurin, sum hevur gramt seg um, at hann ikki fær luft, verður spillfrískur og ressast við, tá hann hoyrir at hann skal á støðina. Hann kemur so væl fyri seg, at løgreglumenninir gevu honum ein møguleika at vísa at hann kann ganga sjálvur. Ta royndina klárar hann við glans. Og sleppur so at halda leiðina fram. Onkur vil kanska halda, at tað er óðmannaverk at lata hann sleppa, men veruleikin er, at løgreglan kennir hesar menninar til lítar.
Móti endanum av degnum verður knappliga nógv at gera. Júst sum vit hava sett omanfyri nevnda mann av, møta vit einum bilførara, ið Eyðun og Jákup Martin fáa illgruna um koyrir við kenning. Hann verður steðgaður og illgrunin vísir seg at vera væl grundaður. Alkoholmetrið vísir eina promillu uppá 1,23. So eingin ivi er um, at omanfyri loyvda hámarkið uppá 0,5, er brotið. Maður verður handtikin og lækni boðsendur at taka bloyðroynd av manninum fyri at endaliga at staðfesta støðuna.
Í meðan Jákup Martin avhoyrir viðkomandi, ringir ein bilførari, ið sigur seg koyra aftan fyri ein, har alt ikki ruggar rætt. Allarhelst er talan eisini um rúsdrekkakoyring. Eyðun er skjótur avstað, men tíverri eydnast tað ikki at finna bilin aftur.
- Tað er ógvuliga sjáldsamt at taka tveir fyri rúsdrekkakoyring ein hósdag, siga teir. Hesuferð var tað kunnleiki til viðkomandi, ið førdi við sær illgrunan.
Vaktin skal upprunaliga verða liðug klokkan trý, men Jákup Martin og Eyðun noyðast at avgreiða sín setning, áðrenn teir sleppa til hús. Frágreiðing skal skrivast, so tað verður eitt sindur av yvirtíð.