Russiski sendimaðurin sigur, at hann fekk at vita, at stjórnin í Tripoli hevur tingast við leiðsluna hjá uppreistrarmonnunum. -Al-Mahmudi segði mær, at fundirnir hava verið í París, og at teir endaðu í gjár, sigur [...] Libyska stjórnin vísir aftur øllum tosi um, at Muammar Gaddafi skal leggja frá sær. Tað fekk russiski sendimaðurin Mikhail Margelov at vita, tá hann hitti libyska forsætisráðharran, Baghdadi al-Mahmudi [...] var franski forsetin, Nicolas Sarkozy, vitandi um tingingarnar og úrslitið av teimum. -Hetta merkir, at partarnir tosa saman, ella tað er í hvussu er tann uppfatanin, sum stjórnin í Tripoli hevur, sigur
fólk, sum eru skuldsett fyri at hava stungið ein sjey ára gamlan drong so meint við knívi, at hann doyði. Løgreglan sigur, at tey bæði tiknu vóru avvarandi hjá dronginum, og at talan helst er um eina fam [...] lukku. Fólk hava greitt løgregluni frá, at tey hoyrdu onkran rópa eftir hjálp stutt fyri klokkan átta í morgun, og sambært løgregluni var hetta stutt eftir, at drongurin varð stungin. Hann varð alt fyri [...] fluttur á sjúkrahús, har hann doyði. Dan Anderson hjá løgregluni í Umeå sigur við Expressen, at enn er ov tíðliga at siga, um nakar annar kann setast í samband við tilburðin í morgun.
umboðsfólk um at kunna bæði spælarar, venjarar, dómarar og øll onnur um hetta stigið. At mælt verður frá, at tikið verður í hondina á hvørjumøðrum, merkir tó ikki, at tað ikki er loyvt at heilsa, men F [...] mælir Flogbóltssambandið nú frá, at spælarar, venjarar og dómarar taka í hondina á hvørjum øðrum í sambandi við dystir, sum annars hevur verið vanligt. Hetta, fyri at minkast skal um vandan fyri svínakrími [...] Flogbóltssambandið mælir til, at í staðin verður eitt nú »nikkað, vinkað ella tosað«. hil
stóra áherðslu á, at talan er um eina føroyska tjóðarsemju at skerja útlátið av veðurlagsgassum við í minsta lagi 20 prosentum. Annika Olsen gjørdi vart við, at tað hevur stóran týdning, at Føroyar verða sjónliga [...] tíðindaskrivi. Sagt verður, at Connie Hedegaard rósti politisku semjuni í Føroyum, og at hon skilir væl føroyska ynskið um sjónliggering í nýggju avtaluni. Connie Hedegaard lovaði at taka spurningin upp á hægsta [...] hægsta politiska stigi í tí sonevndu veðurlagsnevndini hjá donsku stjórnini. Avrátt varð, at tætta samstarvið á veðurlagsøkinum skal halda fram, sigur innlendismálaráðið.
kringvarpið, at nú eru so nógvir tilburðir av H1N1 á høvuðsstaðarleiðini, at talan er um eina veruliga epidemi. Sum skilst høvdu læknarnir í Keypmannahavn og har um vegir úr at gera um vikuskiftið við at vegleiða [...] heilsustýrið avsannar, at talan er um epidemi enn. Else Smith hjá heilsustýrinum sigur við DR, at tað er rætt, at læknarnir hava staðfest fleiri nýggjar tilburðir, men hon vísir aftur, at talan er um nakra
klokkan 23, at Eiður Smári Guðjohnsen hevur til læknakanning hjá West Ham, og at búgvið var til at skriva undir sáttmála við íslendska fótbóltsspælaran. Men nú veit íslendska Morgunblaðið at siga, at venjarin [...] Stjórin í Tottenham, David Levy er nú eisini komin uppí málið, so líkt er til at Tottenham setur nógv segl til, fyri at ogna sær íslendingin frammanfyri nøsini á West Ham. [...] venjarin hjá Tottenham, Harry Redknapp kundi hugsað sær at fingið íslendska framherjan í sín hóp. Eiður Smári Guðjohnsen hevur enn ikki sett navn á nakran sáttmála hjá West Ham, og tí hevur Harry Redknapp sett
tíðindaleiðaran, Jón Brian Hvidtfeldt. - Stýrið hevur avgjørt, at áleggja kringvarpsstjóranum at endurskoða rakstrarætlanina fyri 2010, grundað á at inntøkurnar síðsta heyst hava verið víkjandi og samstundis [...] Hartil verður sagt, at deildarleiðararnir leggja uppskotið til hoyringar fyri avvarandi starvsfólk, áðrenn tað verður viðgjørt í stýrinum av nýggjum. Og at stýrið hevur biðið um at fáa frágreiðing um uppskotnu [...] Stýrið fyri Kringvarpið hevur biðið stjóran um at endurskoða rakstrarætlanina fyri 2010. Hetta hevur stýrisformaðurin, Rúni Heinesen, boðað frá í skrivi til tíðindadeildina í Kringvarpinum, sum hevur kravt
morgun, vóru at kalla eingin ferðafólk sloppin í land á middegi. Smyril Line segði í fráboðan í gjár, at tey, sum avheinta fólk í Kollafirði, vóru biðin um at koma klokkan umleið 9.30, soleiðis at tað ikki [...] kom at. Sum skilst, so var orsøkin til, at ferðafólk ikki sleppa í land, at tollararnir hava gjørt innrás á Norrönu, sum hesaferð er komin úr Keypmannahavn við hópin av útisetum, sum koma heim at halda
goymslu/frysti tunnlunum hjá Fuglafjarðar Kommunu. Ráðið metir at sølan møguliga er í stríð við Kappingarlógina. Ráðið metir, at sølan er at meta sum stuðul sambært ásetingunum í kappingarlógini, og tí hevur [...] tunlarnar út fyri 5 milliónir krónur síðan ár 2000, og at tunlarnir tí vóru bodnir út til marknaðarprís, at hetta var ivasamt og at talan tí kundi vera um beinleiðis stuðul til ávísar fyritøkur í kommununi [...] ð sent Innlendismálaráðnum áheitan um at taka støðu til, hvørt stuðulin er lógligur sambært almennari regulering. Kappingarráðið metti í viðgerðini av málinum, at hóast kommunan segði seg hava boðið tunlarnar
fyri at hava ”misbrúkt mítt vald sum journalistur”, tá eg í Sosialinum um vikuskiftið endurgevi Gerhard fyri at siga, at “løgmaður er Føroya størsti svíkjari”. Vil við hesum bert undirstrika, at orðini [...] seg við, at hann var staddur burturi í haga, og at sambandið var vánaligt. Men tað er hamrandi líkamikið og broytir einki uppá, at Gerhard segði tað, sum hann segði. Kanska man aftur skal fara at banda