Itróttarrásin, SkySport segði í tíðindunum klokkan 23, at Eiður Smári Guðjohnsen hevur til læknakanning hjá West Ham, og at búgvið var til at skriva undir sáttmála við íslendska fótbóltsspælaran.
Men nú veit íslendska Morgunblaðið at siga, at venjarin hjá Tottenham, Harry Redknapp kundi hugsað sær at fingið íslendska framherjan í sín hóp.
Eiður Smári Guðjohnsen hevur enn ikki sett navn á nakran sáttmála hjá West Ham, og tí hevur Harry Redknapp sett seg í samband við pápan og umboðsmannin hjá Eiðuri Smára, Arnór Guðjohnsen. Stjórin í Tottenham, David Levy er nú eisini komin uppí málið, so líkt er til at Tottenham setur nógv segl til, fyri at ogna sær íslendingin frammanfyri nøsini á West Ham.