Landsstýriskvinnan í innlendismálum, Annika Olsen, kunnaði í dag donsku starvssystur sína, Connie Hedegaard, um føroyoyska veðurlagspolitikkin. Annika Olsen legði stóra áherðslu á, at talan er um eina føroyska tjóðarsemju at skerja útlátið av veðurlagsgassum við í minsta lagi 20 prosentum.
Annika Olsen gjørdi vart við, at tað hevur stóran týdning, at Føroyar verða sjónliga nevndar í fyrsta uppskotinum til eina nýggja bindandi veðurlagsavtalu, skrivar innlendismálaráðið í tíðindaskrivi.
Sagt verður, at Connie Hedegaard rósti politisku semjuni í Føroyum, og at hon skilir væl føroyska ynskið um sjónliggering í nýggju avtaluni. Connie Hedegaard lovaði at taka spurningin upp á hægsta politiska stigi í tí sonevndu veðurlagsnevndini hjá donsku stjórnini.
Avrátt varð, at tætta samstarvið á veðurlagsøkinum skal halda fram, sigur innlendismálaráðið.