Teir seinastu dagarnar hava læknarnir í danska høvuðsstaðarøkinum staðfest fleiri tilburðir av krímsjúkuni H1N1. Jens Lundgren, sum er professari í virussjúkum, sigur við danska kringvarpið, at nú eru so nógvir tilburðir av H1N1 á høvuðsstaðarleiðini, at talan er um eina veruliga epidemi.
Sum skilst høvdu læknarnir í Keypmannahavn og har um vegir úr at gera um vikuskiftið við at vegleiða og kanna fólk, sum hildu seg hava fingið H1N1 ella Influensa A.
Danska heilsustýrið avsannar, at talan er um epidemi enn. Else Smith hjá heilsustýrinum sigur við DR, at tað er rætt, at læknarnir hava staðfest fleiri nýggjar tilburðir, men hon vísir aftur, at talan er um nakra epidemi.