Í viðmerking í dag leggur Gerhard Lognberg eftir undirritaða fyri at hava ”misbrúkt mítt vald sum journalistur”, tá eg í Sosialinum um vikuskiftið endurgevi Gerhard fyri at siga, at “løgmaður er Føroya størsti svíkjari”.
Vil við hesum bert undirstrika, at orðini hjá Gerhardi fullu presis soleiðis, sum hann er endurgivin, tá eg hósdagin ringdi til hann og spurdi um Sandoyartunnilin, sum er strikaður í ársins fíggjarlógaruppskoti. Gerhard verjir seg við, at hann var staddur burturi í haga, og at sambandið var vánaligt. Men tað er hamrandi líkamikið og broytir einki uppá, at Gerhard segði tað, sum hann segði.
Kanska man aftur skal fara at banda samrøðurnar, tá sintir politikarar angra síni orð.











