Stýrið fyri Kringvarpið hevur biðið stjóran um at endurskoða rakstrarætlanina fyri 2010.
Hetta hevur stýrisformaðurin, Rúni Heinesen, boðað frá í skrivi til tíðindadeildina í Kringvarpinum, sum hevur kravt fund við stýrið í málinum um uppsagda tíðindaleiðaran, Jón Brian Hvidtfeldt.
- Stýrið hevur avgjørt, at áleggja kringvarpsstjóranum at endurskoða rakstrarætlanina fyri 2010, grundað á at inntøkurnar síðsta heyst hava verið víkjandi og samstundis viðgera spurningin um raðfestingar saman við deildarleiðarunum, skrivar stýrisformaðurin í skrivinum.
Hartil verður sagt, at deildarleiðararnir leggja uppskotið til hoyringar fyri avvarandi starvsfólk, áðrenn tað verður viðgjørt í stýrinum av nýggjum. Og at stýrið hevur biðið um at fáa frágreiðing um uppskotnu raðfestingar, serliga um tilgongdin vísir, at ymiskar meiningar eru um hesar.










