Ætlaða sølan av tunlum í Fuglafirði møguliga í stríð við Kappingarlógina

Kappingarráðið hevur viðgjørt ætlaðu søluna av goymslu/frysti tunnlunum hjá Fuglafjarðar Kommunu. Ráðið metir at sølan møguliga er í stríð við Kappingarlógina. Ráðið metir, at sølan er at meta sum stuðul sambært ásetingunum í kappingarlógini, og tí hevur Kappingarráðið sent Innlendismálaráðnum áheitan um at taka støðu til, hvørt stuðulin er lógligur sambært almennari regulering.

Kappingarráðið metti í viðgerðini av málinum, at hóast kommunan segði seg hava boðið tunlarnar út fyri 5 milliónir krónur síðan ár 2000, og at tunlarnir tí vóru bodnir út til marknaðarprís, at hetta var ivasamt og at talan tí kundi vera um beinleiðis stuðul til ávísar fyritøkur í kommununi.

Øll frágreiðingin hjá Kappingarráðnum kann lesast á heimasíðuni www.kapping.fo