– Hetta var eitt løgið samantreff, men tað hevur einki við herverkið ímóti Lítlu Havfrúnni í gjár at gera. Tað sigur Súsanna Joensen, konservator á Søvnum Landsins, tá vit spyrja hana, hví málingin ikki [...] vaskað burtur av herverkinum, sum varð framt 28. august í fjør. Les eisini: Havfrúgvin er vaskað – men eingin vaskar Havnar Skansa Hon sigur, at tey hava gjørt avtalu við Global Ice um at reinsa burtur
Joensen við in.fo. Hann fór í 2011 til Brøndby IF, har hann spældi til 2014. Síðani skifti hann til HB, men longu í 2015 fór hann til Vendyssel. Í dag segði ítróttarstjórin hjá Vendyssel í samrøðu við TV3 Sport [...] aðrastaðni at spæla Landsliðsspælarin váttar, at tað verður arbeitt við at finna honum nýtt felag, men vil ikki siga so nógv um hvar. Sum skilst, so er Kilmarnock í Skotlandi eitt boð. Umframt tað, hevur
fara víðari til enn eina próvtøku í dag, meðan 6. floksnæmingarnir skuldu til próvtøku seinni í dag. Men enn einaferð gjørdist hetta av ongum orsaka av tøkniligum trupulleikum. Høgni Joensen, skúlastjóri [...] sigur Høgni Joensen. Um tað eru allir skúlar kring landið, sum upplivað sama trupulleika er óvist, men í KT skipanini, sum skúlarnir nýta til at samskifta um royndirnar stendur at lesa, at fleiri skúlar
ið Føroyar altso taptu 7-0 ímóti leygardagin. Talan var tí um trupla uppgávu fyri føroyska liðið. Men tá hugsað verður um avrikið í mun til dystin móti Fraklandi, var talan um uppreisn til føroyska liðið [...] frá nóg gott eitt skifti í fyrra hálvleiki, tá Ungarn uppá 4 minuttir, skoraði ikki færri enn 3 mál. Men tað eydnaðist føroyska liðnum at reisa seg seinna partin av dystinum, har teir vóru væl við leikliga
var ein humlufluga skrásett í Føroyum, og í 2007 var aftur ein funnin - hesaferð á Skálafjørðinum. Men annars vóru tær ikki serstakliga sjónligar fyrr enn í 2010, tá ið nakrar fáar vórðu sæddar í Kollafirði [...] haga og fjøllum. Eins og vespurnar verða humluflugurnar mettar at verða komnar til Føroya á skipi. Men humluflugurnar eru munandi minni áleypandi enn vespurnar, og vera tí vónandi ikki nøkur plága hjá
marsmánaði var Toyota mest seldi bilur í Føroyum, tí at 32 Toyotabilar vórðu seldir ímóti 29 Citroën. Men higartil í ár er Citroën mest seldi bilur, tí 85 Citroën bilar eru higartil seldir ímóti 84 Toyota [...] seldir 315 Toytabilar og 269 Citroenbilar. Í 2015 og í 2013 var Citroen mest seldi bilur í Føroyum. Men í fjør var tað Toyota, ið sum so ofta áður var mest seldi bilur. Øll árini síðani 2008 – uttan í 2015
skeið, har eg sjálv skuldi læra at taka myndir. Men tað vísti seg, at skeiðshaldarin vildi gera eina myndatøku við mínum klæðum. Onkuntíð er man óheldigur, men hesaferð fekk eg veruliga nakað fantastiska stuttligt
ss. Arbeiðsplássini kunnu lættliga leggjast onkra aðrastaðni, men Hoydalar er eitt eindømi. Latið ikki peningaligan løtuvinning tøla, men hugsið um tey komandi 20, 50, 100 árini, sigur hann.
kom á staðið máttu tey ásanna, at so var. Løgreglan sigur, at spegl vórðu brotin á tveimum bilum, men serliga tann triði bilurin hevði fingið stóran skaða. Spegl og rútar vóru brotnir og helst hevur bilurin [...] staðið opin, tí innan var rættiligt sorl. Løgreglan sigur, at tað sá út sum at fólk høvdu kannað bilin, men nógv innan var nógv eisini brotið. Og rundan um bilin lá ymiskt, sum hevði verið í bilinum. Ímeðan
-Tey allarflestu í dag eru vitandi um stóra týdningin av góðari føðslu og vening, men hvussu nógv vita vit um sálarheilsu, spyr Ragnhild Ellingsgaard, sum saman við Sigbritt við Neyst skipar fyri tiltaki [...] Sigbritt. Hon leggur afturat, at tað ikki altíð er sjálv avbjóðingin, sum hevur størstan týdning, men heldur hvussu avbjóðingarnar verða handfarnar. Ragnhild Ellingsgaard og Sigbritt við Neyst hava spælt