- Latið vera við at misnýta Hoydalar

Nú Studentarskúlin í Hoydølum takkar fyri seg og flytur niðan í Marknagil saman við hinum skúlunum, hevur Mentamálaráðið spurt føroyingar, hvat tey halda Hoydalar skal brúkast til. Í tí sambandi eru nógv ymisk boð komin, og ivaleyst koma fleiri aftrat. 

 

 

Í morgun sigur Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur, sína hugsan um framtíðina hjá Hoydølum. Hann skrivar, at talan er um eitt tað virðismesta økið í øllum landinum, og sum vera man er stórt trýst at sleppa at nýta hetta økið til eitthvørt vinnuligt ella alment virksemi.

 

 

- Tó, í síðsta enda vil hetta økið hava allarstørst virði, um tað ikki verður fylt við arbeiðsplássum. Jú minni arbeiði, tess betri rúm fyri frítíðaraktivitetum og natúrupplivingum. Økið liggur mitt millum Tórshavn og Hoyvík, so tíggjutúsundtals fólk vilja fáa ágóðan av hesum øki, sigur Sámal Matras Kristiansen. 

 

- Mín áheitan á havnarfólk skal tí vera: verið djørv og latið ikki Hoydalar – hvørki Ovaru, Mið- ella Niðaru Hoydalar (mis)nýtast til arbeiðspláss. Tað er tørvur á hesum stóra, relativt óbrotna, fríøkinum millum Føroya størsta og skjótt næststørsta bústaðaøki. Og hesi bústaðaøki hava uppiborið tann mikla ”positiva eksternalitetin”, ið eitt slíkt fríøki vil viðføra. Hetta skapar í síðsta enda nógv størri ágóða fyri bústaðaøkini enn onkur hissini arbeiðspláss. Arbeiðsplássini kunnu lættliga leggjast onkra aðrastaðni, men Hoydalar er eitt eindømi. Latið ikki peningaligan løtuvinning tøla, men hugsið um tey komandi 20, 50, 100 árini, sigur hann.