Humluflugur sæddar í góðveðrinum

- Tær eru sæddar áður í Kollafirði og í Signabøi, og nú eru fleiri sæddar í góðveðrinum í Havn.

Humluflugan er ein heldur nýggj fluga í tí føroyska landslagnum. Meðan fleiri ymisk sløg av humluflugum eru at finna í skandinavisku londunum, so var tað ikki fyrr enn í 2010, at granskarar mettu humlufluguna hava skapt sær røtur í Føroyum. 

 

 

Í 1887 var ein humlufluga skrásett í Føroyum, og í 2007 var aftur ein funnin - hesaferð á Skálafjørðinum. Men annars vóru tær ikki serstakliga sjónligar fyrr enn í 2010, tá ið nakrar fáar vórðu sæddar í Kollafirði og á Signabøi. 

 

 

Í 2011 skrivaðu Jens Kjeld Jensen og Henning Bang Madsen um humluflugur í Føroyum, har teir í niðurstøðuni mettu tað áhugavert at fylgja við framyvir, hvussu hesar fáu humluflugurnar funnar í Kollafirði og Signabøi fóru at trívast og mennast í Føroyum. Tí teirra meting var tá, at humluflugurnar høvdu skapt sær livigrundarlag í Føroyum. Hesar flugurnar eru sokallaðar býarflugur, tí tær liva av blómum, sum einans eru av finna í havum og urtagørðum kring landið og ikki í haga og fjøllum.

 

 

Eins og vespurnar verða humluflugurnar mettar at verða komnar til Føroya á skipi. Men humluflugurnar eru munandi minni áleypandi enn vespurnar, og vera tí vónandi ikki nøkur plága hjá føroyingum upp á sama máta, sum vespurnar mangan eru tað. 

 

 

Á sosialu miðlunum sæst, at tey eru fleiri, sum hava sæð humluflugur í góðveðrinum um vikuskiftið.