Hava gjørt avtalu um at vaska Skansan

– Hetta var eitt løgið samantreff, men tað hevur einki við herverkið ímóti Lítlu Havfrúnni í gjár at gera.

 

Tað sigur Súsanna Joensen, konservator á Søvnum Landsins, tá vit spyrja hana, hví málingin ikki enn er vaskað burtur av herverkinum, sum varð framt 28. august í fjør.


Les eisini: Havfrúgvin er vaskað – men eingin vaskar Havnar Skansa

 

Hon sigur, at tey hava gjørt avtalu við Global Ice um at reinsa burtur málingina, sum var málað á veggin í herverkinum í fjør.

 

– Tað er altso munur á Havfrúnni og Skansanum. Hon er úr metalli, sum er lætt at reinsa fyri máling. Á Skansanum er talan um ein gamlan laðaðan múr. Og veðrið hevur eisini stóran týdning, tá slíkt arbeiði skal gerast, sigur Súsanna Joensen.

 

Hon sigur, at tey hava verið í samskifti við Tjóðsavnið í Keypmannahavn um, hvussu hetta arbeiðið skal gerast. Tey hava royndir við sama slag herverki, sum varð gjørt á Jellingsteinin í Jelling í Jyllandi.

 

– Vit hava gjørt nakrar royndir og hava saman við Tjóðsavninum funnið fram til, hvussu tað skal gerast. Tað skal sjálvandi farast varliga fram, tá Global Ice fer at reinsa, tí hetta er ikki tað sama sum at reinsa stórar vinnubygningar, tí her eru nakrar heilt aðrar fortreytir, tí talan er um eitt fornminni, sigur Súsanna Joensen.

 

Ein av næstu døgunum verður øll málingin frá herverkinum á Skansanum burtur.