René Shaki Joensen heldur ikki fram í Vendsyssel. Eftir tvey og eitt hálvt ár ynskir føroyski landsliðsspælarin at royna okkurt nýtt. Bæði Skotland og Ísrael eru nevndar sum møguligar leiðir
- Eg havi valt at takka nei til tilboðið, sum eg fekk frá Vendyssel. Eg vil gjarna roynar nýggjar leiðir og nýggjar avbjóðingar, nú eg havi verið her í tvey og eitt hálvt ár, sigur René Shaki Joensen við in.fo.
Hann fór í 2011 til Brøndby IF, har hann spældi til 2014. Síðani skifti hann til HB, men longu í 2015 fór hann til Vendyssel. Í dag segði ítróttarstjórin hjá Vendyssel í samrøðu við TV3 Sport, at René Shaki Joensen møguliga fer aftur til Føroyar, ella aðrastaðni at spæla
Landsliðsspælarin váttar, at tað verður arbeitt við at finna honum nýtt felag, men vil ikki siga so nógv um hvar. Sum skilst, so er Kilmarnock í Skotlandi eitt boð. Umframt tað, hevur René Shaki Joensen altíð havt ein dreym um at spæla í Ísrael, har pápi hansara er frá.
Fyrstu ábendingarnar um, at føroysk feløg eru eftir honum kom ítróttarstjórin hjá Vendsyssel við í dag undan upp og niðurflytingardystunum millum AC Horsens og Vendsyssel, sum er í dag. Her kann eisini nevnast, at bæði Hallur Hansson og René Shaki Joensen eru við frá byrjan, meðan Meinhard E. Olsen er á bonkinum hjá Vendsyssel. Dysturin byrjar nú klokkan 17.