Nú er EB/Streymur omanfyri strikuna

2-0 heimasigurin við Margáir ímóti B68 ber við sær, at EB/Streymur nú er á sjeynda plássi

Tað er øll orsøk til gott fótbóltslag við Margáir, í Sundalagnum og norður til Eiðis og Gjáar.

 

Í dag vann EB/Streymur 2-0 á heimavølli ímóti B68. Undan 13. umfari var EB/Streymur undir strikuni. Nú er EB/Streymur á sjeynda plássi við 12 stigum. Hetta er sama stigatal sum B68 hevur. Málmunurin hjá EB/Streymi er -6, og hjá B68 er hann -15.

 

Undir strikuni eru nú Skála við 10 stigum og 07 Vestur við sjey stigum.

 

Inntil tað restaði eitt korter, var tað málleyst. B68 hevði fleiri góðar støður og fleiri hornaspørk, enn heimaliðið, men tað eydnaðist ikki at fáa bóltin framvið óføra Jóannesi Davidsen í heimamálinum.

 

Miðskeiðis í seinna hálvleiki varð Fríði Holm settur á vøllin. Hann avloysti Sowe Ba Lamin, og tíggju minuttir seinni var tað Fríåi Holm, sum átti uppleggið, tá ið Marius Nielsen legði EB/Streym á odda. Hetta var annað málið hjá Mariusi Nielsen í ár. Tað fyrra skoraði hann 3. mai, á krossmessu, tá ið tað á Svangaskarði endaði 1-1 millum B68 og EB/Streym.

 

Fimm minuttir seinni økti heimaliðið um munin til 2-0. Málskjútti var Búi Egilsson, sum fyri triðju ferð í ár var málskjútti í bestu landskappingini. Hetta var 221. dysturin hjá honum í Meistaradeildini, og hetta var 36. ferðin, at Búi Egilsson var málskjútti í bestu landskappingini, veit FaroeSoccer at siga.

 

Leygardagin fær EB/Streymur í lykladysti í kappingini um at sleppa undan plássi undir niðurflytingarstrikuni, vitjan av Skála, og sunnudagin fer B68 at spæla á útivølli ímóti NSÍ.