-Tey allarflestu í dag eru vitandi um stóra týdningin av góðari føðslu og vening, men hvussu nógv vita vit um sálarheilsu, spyr Ragnhild Ellingsgaard, sum saman við Sigbritt við Neyst skipar fyri tiltaki um evnið.
-Hugsan og royndir okkara vísa, at áhugin fyri sálarheilsu er alsamt vaksandi, sigur Sigbrit við Neyst, sálarviðgeri og eigari av fyritøkunu 2b í Klaksvík.
Til tiltakið, sum kallast Sálarheilsa fyri øll, koma triggir kendir klaksvíksingar at greiða frá avbjóðingum, sum lívið hevur givið teimum.
-Felagsnevnarin er avbjóðingar, og hetta er nakað vit øll kenna til í meir ella minni min, sigur Sigbritt.
Hon leggur afturat, at tað ikki altíð er sjálv avbjóðingin, sum hevur størstan týdning, men heldur hvussu avbjóðingarnar verða handfarnar.
Ragnhild Ellingsgaard og Sigbritt við Neyst hava spælt við tankan um eitt slíkt tiltak í longri tíð.
-Sálarheilsa er eitt breitt hugtak, sum viðkemur okkum øll, og tí kundi hetta verði ein stór og afturvendandi verkætlan sum viðkemur ungum, vaksnum og eldri fólki í býnum, siga tær báðar.
Fyrilestararnir verða hesir:
Eg eri normal við Rebekku Auðunsdóttir,
Eingin kennir mein í annan mans bein við John William Joensen
At velja at liva við tí man fær við Gunnvá Tróndardóttir
Ókeypis tiltakið verður hildið í Brekkustovu 9. mars kl. 19-21, og møguleiki verður at lata pening til Grannakaffi á staðnum.










