Svartir minuttir vóru dýrir

Føroyska U-17 landsliðið tapti seinasta dystin til EM-endaspælið, har fýra minuttir í fyrra hálvleiki vóru serliga dýrir

Søguliga U-17 landslið okkara, sum hesar seinastu dagarnar hevur luttikið til EM-endaspælið í Kroatia, spældi í dag seinasta dystin í bólkinum.

 

Dysturin var ímóti Ungarn, sum í fyrsta dystinum vann 3-2 móti Fraklandi, ið Føroyar altso taptu 7-0 ímóti leygardagin.

 

Talan var tí um trupla uppgávu fyri føroyska liðið.

 

Men tá hugsað verður um avrikið í mun til dystin móti Fraklandi, var talan um uppreisn til føroyska liðið. Føroyska liðið arbeiddi væl og spældi til tíðir fínan fótbólt, hóast tað sjáldan gjørdist vandamikið.

 

Avrikið var tó langt frá nóg gott eitt skifti í fyrra hálvleiki, tá Ungarn uppá 4 minuttir, skoraði ikki færri enn 3 mál.

 

Men tað eydnaðist føroyska liðnum at reisa seg seinna partin av dystinum, har teir vóru væl við leikliga. Ungarn skoraði eitt mál afturat í seinna hálvleiki, sum kom uppá beinleiðis fríspark, uttan at Bárður á Reynatrøð í føroyska málinum hevði møguleika fyri at bjarga.

 

Tað eydnaðist tí ikki Føroyar at fáa stig ella mál í fyrsta førinum, sum eitt føroyskt landslið nakrantíð hevur roynt seg til eitt EM-endaspæl.

 

Talan er tó um leikarar og venjarar, sum altíð fara at vera søguligir í føroyskum fótbólti, tí teir hava slóða fyri, at tað væl er møguligt hjá okkum at spæla við millum tey bestu í heiminum.

 

Føroyar - Ungarn 0-4 (0-3)