Groft herverk á bilar í Havn

Ein maður, sum lá í eini jollu og svav, er skuldsettur fyri herverkið

 

Í gjáramorgunin ringdi ein maður til løgregluna og boðaði frá, at tríggir bilar stóðu parkeraðir undir Bryggjubakka í Havn. Hann helt, at tað sá út sum um at herverk varð framt á bilarnir.

 

Tá ið Løgreglan kom á staðið máttu tey ásanna, at so var. Løgreglan sigur, at spegl vórðu brotin á tveimum bilum, men serliga tann triði bilurin hevði fingið stóran skaða. Spegl og rútar vóru brotnir og helst hevur bilurin staðið opin, tí innan var rættiligt sorl. 

 

Løgreglan sigur, at tað sá út sum at fólk høvdu kannað bilin, men nógv innan var nógv eisini brotið. Og rundan um bilin lá ymiskt, sum hevði verið í bilinum.

 

Ímeðan løgreglan kannaði málið, varnaðust tey, at ein ungur maður lá í eini jollu og svav. Tað var ein jolla hjá Norðlýsinum, sum lá beint við, har bilarnir stóðu, tá ið maðurin var fingin í land, fann løgreglan ymiskt, sum knýtti hann at herverkinum í bilinum. Eitt nú var hann í skón við rættiliga sermerktum sólum og tað vóru eftir hann í bilinum.

 

Hann er nú skuldsettur fyri herverkini. Maðurin var ávirkaður og hann sigur, at hann minnist ikki, hvat hann hevur gjørt. Hinvegin vildi hann ikki avsanna tað heldur, tí hann ásannaði, at prógvini fyri at tað var hann, vóru rættiliga góð.

 

Løgreglan sigur, at nú eru teknisk prógv send til Danmarkar til kanningar.